
Fyrilestur – avleiðingar av lækkaðum føðitali
Onsdagin 9. apríl kl. 20 verður áhugaverdur fyrilestur í Miðlatúni, har norska Ane Tømmerås fer at greiða frá, hvussu føðital ávirkar fólkavøkstur og framtíðar menning. Føðitalið er lækkað í fleiri evropeiskum londum, og tað hevur avleiðingar fyri samfelagið. Í fyrilestrinum gevur Ane innlit í gongdir, orsøkir og møguligar loysnir upp á eina av størstu demografisku avbjóðingunum í okkara tíð.
Ane Tømmerås er ph.d.-lesandi í demografi hjá Hagstovu Noregs og býr í løtuni í Vági saman við makanum Trym Langballe. Bæði eru partur av Arctic Digital Nomads, einari verkætlan, sum stuðlar fólki við fjararbeiði í at búgva og virka í útjaðaraøkjum. Verkætlanin er stuðlað av NORA, sum arbeiðir fyri at styrkja samstarv og menning millum londini í Norðuratlantshavi.
Fyrilesturin er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka.