TT

Listaframsýning ”Skógurin kring mína oyggj”

19.03.2025

Leygardagin 22. mars klokkan 11.00 verður ein  ein serstøk og forkunnug listaframsýning í Miðlatúni.

Framsýningin, sum byggir á tara, er úrslitið av spennandi verkstovum, sum Alberte Holmø Bojesen og Floortje Zonneveld hava havt seinastu tíðina. Tey sum hava luttikið á verstovunum og skapað framsýningina eru: Vágs skúli, Hvalbiar skúli, Tvøroyrar skúli, FabLab Vágur og Vágs kvøldskúli.

Verkstovan er eitt samstarv millum: Listaleypin, Vags Kommunu og FabLab í Vági.

Framsýningin er opin í upplatingartíðini hjá Miðlatún sum er:

  • Leygardagin 22 mars 11-13
  • Mánadagin 24 mars 10-16
  • Týsdagin 25 mars 10-16
  • Ónsdagin 26 mars 10-16
  • Tórsdagin 27 mars 10-16

Øll eru hjartaliga vælkomin


Deil á facebook