TT

Kunning í samband við jarðarferðina hjá Hans Jacob W. Hjelm

19.03.2025

Í samband við jarðarferðina hjá Hans Jacob W. Hjelm, so vil Vágs Kommuna koma við praktiskari kunning.

Jarðarferðin

Jarðarferðin verður klokkan 13.00 í Vágs kirkju og stroymt verður frá jarðarferðini umvegis heimasíðuna vagur.fo. Leinkið til stroymingina letur upp hálvan tíma áðrenn jarðarferðin byrjar. Tá kirkjan er fullsett, so eru sitipláss í Auluni og í fimleikahøllini í Vágs skúla, har inngongd er frá skúlagarðinum. Somuleiðis eru sitipláss í hølunum hjá Frelsurnarherinum. Á hesum trimum staðsetingum verður stroymingin víst á stór skíggja, so fólk síggja og hoyra frá jarðarferðini.

Í kirkjugarðinum og ervið

Fylgið fer frá kirkjuni og vestur gjøgnum bygdina og yvir í kirkjugarðin. Fólk kunnu koyra, ganga og fara í buss. Bussar standa við Vágs skúla, sum føra fólk yvir í kirkjugarðin og eftirfylgjandi til ervið, sum verður í Vágs høll. Ervið verður í Vágs høll og høvuðsinngongdin á vestursíðuni er opin. Bussar koyra fólk – eftir tørvi – frá Eiðnum og út í bygdina.

Parkerking

Niðanfyri er yvirlit yvir parkeringspláss nærhendis kirkjuni. Væntað verður, at nógv fólk koma til jarðarferðina og tí mugu bilførarar hugsa seg um, hvar bilurin verður settur. Møguleiki er hjá fólki at lata bilin standa heima og ganga í kirkjuna og eftirfylgjandi antin ganga til kirkjugarðin og ervið ella koyra við bussi. Á Eiðinum eru parkeringspláss vestanfyri høllina, ið bilførarar kunnu stillað bilin.

Heitt verður á bilførarar um at virða avsettað økið til bilarnar hjá teimum avvarandi og bussunum.

Ferðsla á Vágsvegi

Ferðslan eftir Vágsvegi framvið Vágs kirkju verður ávirkað meðan jarðarferðin er. Heitt verður á bilførarar, ið skulu koyra eftir Vágsvegi millum klokkan 12.00 og 14.00 (ella til fylgið er fari frá kirkjuni), at brúka farleiðina oman á Vágs havn – við keibrekkuna og Bryggjuna. Á yvirlitinum niðanfyri vísa pílar, hvussu ferðslan verður leidd í áðurnevnda tíðarskeiðið.



Deil á facebook