TT

Leiðari fyri hallarøki í Vágs Kommunu - tíðaravmarkað

05.03.2025

Hevur tú yvirblikki og dugur at tilrættisleggja? Sært tú týdningin av fjølbroyttum og vælvirkandi ítróttaranleggum? Og hevur tú hug at leiða hallarøkið í Vágs Kommunu? So er tað tær, okur leita eftir.

Vágs Kommuna leitar eftir einum ágrýtnum og eldhugaðum leiðara til hallarøkið. Okur ynskja ein persón, sum skilur, hvønn týdning hallarøki hevur fyri kommununa, ítróttarfeløgini og lokal samfelagið. Ítróttarøkið fevnir um baðilandi Páls Høll, Marghøllina og ítróttarannleggið á Eiðnum við Vágshøll, VB húsinum og fótbótsvøllinum. Hallarøkið er virki nærum allar dagar um ári, frá morgni til myrkurs.

Sum leiðari, so verður tú umdreygningspunkti og bindiliðið millum kommununa, ítróttarfelagsskapirnir og brúkarar av annleggunum. Talan er um eitt spennandi og avbjóðandi starv, har tú fært møguleika at seta títt fingramerkið á ítróttarøkið í kommununi. Hallarleiðarin hevur ábyrgdina av at samskipa, reka og menna hallarøkið, í tøttum samstarvi við kommununa, ítróttarfeløg og brúkarar. Høvuðsuppgávan er at tryggja eitt vælvirkandi, trygt og livandi ítróttarumhvørvi til gagns fyri vágsbygd.

Um tjeg sum leiðari:

Okur síggja fyri okkum, at tú ert fyrikomandi, trivnaðarsinnað/ur og kanst kveikja tíni starvsfólk. Tú dugur at lurta og skapa innihald á hallarøkinum. Tú hevur góð evnir at leiða og samskipa virksemið millum ítróttarfeløgini og aðrar brúkarar av hallarøkinum.

Høvuðsuppgávur:

  • Ábyrgd av rakstrinum, dagligu uppgávunum og virkseminum á hallarøkinum; í hesum fyrireika og fyriskipa virksemi og tiltøk á hallarøkinum.
  • Fáa nýtt og fjøltátta virksemi í hallirnar, soleiðis at tær koma til sín rætt og stuðla undir virðisketuni í Vági.
  • Gera eina heildar- og menningarætlan fyri hallarøki við atlitið til samtíðartøv, ætlanir hjá kommununi og tørvinum hjá felagsskapum og brúkarum.
  • Samskifti við felagsskapirnar og brúkarar, sum nýta hentleikarnar.
  • Skipa fíggjarligu viðurskiftini hjá anleggunum út frá galdandi fíggjarætlan, og røkja fyrisitingarligar uppgávur; her í at seta upp bílegginarskipanina fyri hallarøki.
  • Daglig starvsfólkaleiðsla, herundir at gera arbeiðsætlanir og tilrættarleggjan av arbeiði í trá við virksemi á hallarøkinum.
  • Raðfesta og fyriskipa regluligt viðlíkahald í tøttum samstarvi við tekniskudeild.

Aðrar uppgávur

  • Hallirnar skulu verða klárgjørdar og reingjørdar til og eftir tiltøk.
  • Vanligt viðlíkahald av útbúnaði og hentleikum.
  • Útleigan og samskipan av tiltøkum á hallarøkinum.
  • Annað fyrifallandi arbeiði

Førleikar og royndir:

  • Royndir at samskipa tiltøk og arbeiða saman við ítróttarfeløgum og kommunum er ein fyrimunur.
  • Góðar leiðsluførleikar, har tú megnar at kveikja starvsfólk.
  • Von/vanur at tilrættisleggja arbeiðsdagin hjá tær og starvsfólkunum.
  • Góðar kt-førleikar.
  • Royndir við rakstri og fyrisiting av hentleikum.
  • Evni at samstarva við ymiskar felagsskapir og stovnar.
  • Góðar førleikar at arbeiða sjálvstøðugt.
  • Viðkomandi leiðsluroyndir innan, eitt nú tænastuvinnuna, eru ein fyrimunur.

Okur bjóða eitt spennandi og fjølbroytt starv í einum virkisfýsnum umhvørvi, har tú fært møguleika at seta tín dám á ábyrgdarøkið.

Løn og setanarviðurskiftir

Arbeiðstíðin er full tíð, við frælsi at skipa arbeiðstíðirnar eftir tørvinum. Starvið er tíðaravmarkað til 31. desembur 2025. Roknast kann við at partar av arbeiðstíðini liggja uttanfyri vanliga arbeiðstíð ella um vikuskiftini. Starvið verður lønt sambært avtalu millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið, deildarleiðari II. Hallarleiðarin vísir til trivnaðarleiðaran.

Umsókn og spurningar

Fyrispurningar kunnu stílast til Magnus Paula West, trivnaðarleiðari, á telefon 239392 ella teldupost magnus@vagur.fo.

Umsókn og viðkomandi skjøl skulu sendast inn her. Freistin at søkja starvið er 19. mars 2025. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Vágs Kommuna skilar sær rættin til ongan umsøkjara at velja og um mett neyðugt at lýsa av nýggjum.

Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Vágs Kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega áðrenn, umsøkjari verður settur í starv.


Deil á facebook