
Framløga um Barnaverkætlanina
Vágs Kommuna og Barna- og útbúgvingarmálaráiðið (BUMR) eru farin í eitt samstarv um Barnaverkætlanina, har Vágs Kommuna er vorðin royndarkommuna. Í hesum sambandi verður ein framløga í Miðlatúni mánadagin 10. februar klokkan 19.00. Framløgan fer at kunnað yvirskipað um Barnaverkætlanina, og hvat hon fer at týða fyri borgararnar í Vágs kommunu.
Endamálið er at víðarimenna barna- og ungdómsøkið í Vágs Kommunu, har málið er at betra um støðuna hjá børnum og ungdómi í kommununi. Bjarni Johansen, borgarstjóri, sigur:
"Okur eru sera fegin um at fáa møguleikan at samstarva við Barnaverkætlanina um hetta týdningarmikla mál. Hetta arbeiði fer at hava stóran týdning fyri at hjálpa børnum og ungdómi í kommununi."
Barnaverkætlanin arbeiðir við at styrkja og víðka skipanina “Tann Góða Tilgongdin”, sum longu hevur hjálpt nógvum børnum og familjum í Føroyum. Málið er at skapa eina enn betur skipan, har øll børn fáa javnbjóðis atgongd til hjálp og stuðul eftir tørvi.
Barnaverkætlanin hevur í stóran mun brúkt Ísland sum fyrimynd, og hugt verður eftir hvørjar royndir tey hava gjørt sær.
Vágs Kommuna hevur sett ein netsamskipara at arbeiða við verkætlanini. Netsamskiparin byrjar í starvið 1. mars.