
Nýggi mennarin
03.02.2025
Vágs Kommuma hevur sett Edith M. Samuelsen í starv sum mennari.
Í desembur søkti Vágs Kommuna eftir einum mennara til kommununa. Tá freistin at søkja starvið var farin, høvdu átta fólk søkt.
Edith er nýútbúgvin – hon hevur lokið prógv í marknaðarførslubúskapi í januar 2025 og so er hon innan hetta handilslærd. Edith hevur drúgvar royndir frá vinnulívinum í Vági, har hon hevur staðið fyri handilsmiðstøðini Torgið.
Edith byrjar í starvinum 3. februar.