
Virkin Vágur skráin er tøk
Sum áður lýst, so skipar Vágs Kommuna fyri heilsuátakinum Virkin Vágur. Skráin er nú liðug og hon er rúgvismikil. Rættiliga nógv almenn tiltøk verða í Vági, ið eru góð fyri heilsuna - bæði kropsligu og sálarligu heilsuna.
Fyri at nevna nøkur tiltøk úr rúgvuni, so eru fleiri gongutúrar, bæði í bygdini, fjallatúrar og søgutúrur við frásøgufólki. Føroyskur dansur er eisini á skrá, eins og rógving, svimjing og mangt annað. Sum nakað nýtt, bjóðar Tabletop Suðuroy inn til familjukvøld, har foreldur og børn kunna koma at spæla tey spølini sum Tabletop eigur inni, ella man kann hava egið spæl við. Felags matarkvøld, sum Vágs Kommuna setti á breddan í fjør, verður síðst í februar.
Heilsumiðstøðin spílar sjeg út, og bjóðar mátingar, so man kann fáa eitt byrjunarpunkt í samband við Virkin Vágur, soleiðis at ein kann gera somu mátingar aftur, tá Virkin Vágur er liðugt. Harvið sæst hvat ein mánið við fokus á heilsuna kann geva.
Skráin kann lesast talgilt her. Um onkur ynskir at hava skránna útskrivaða, so ber til at fáa skránna útskrivaða í Miðlatún.
Facebooksíðan hjá Miðlatúni leggur loypandi kunning um tiltøk, møguligar broytingar og vinnarar í samband við Virkin Vágur.
#virkinvágur2025 #abcfyrisálarligaheilsu