Digitalu nomadarnir Jo og Sara koma í januar
Síðst í januar kemur norska familjan Tøyen til Vágs at búleikast í seks vikur. Jo og Sara koma ígjøgnum Arctic Digital Nomads stuðulin.
Í heyst lýsti Vágs Kommuna, saman við samstarvspørtum í Íslandi og Noregi, við møguleikanum "Arctic Digital Nomads Grant." Í stuttum fingu fólk, sum hava fjararbeiði ella liva sum talgildir nomadar, møguleika at søkja um stuðul til at koma til Vágs í eitt longri tíðarskeið. Meðan tey eru í Vági, arbeiða tey við teirra vanliga arbeiði yvir netið, við skrivstovulandslagnum hjá kommununi sum arbeiðsstað.
Norska familjan Tøyen
Tá ið freistin at søkja um stuðul var farin, høvdu fleiri hundrað fólk søkt. Úr hesari rúgvu vóru millum annað Jo og Sara vald út. Saman við børnunum ynskja tey at koma til Vágs í góðar seks vikur. Jo fer at arbeiða í skrivstovulandslagnum, meðan konan Sara er í barsil. Meðan tey eru her, verður ein áhugaverd verkstova fyriskipað saman við teimum. Meiri kunning um verkstovuna kemur seinni.
Aðrir digitalir nomadar
Umframt Jo og Sara koma aðrir digitalir nomadar næstu tíðina ígjøgnum Arctic Digital Nomads stuðulin til Vágs. Tey fara at síggjast í býarmyndini og samstarva við Vágs Kommunu.
Stuðulsmøguleikin, ið digitalu nomadarnir koma gjøgnum, er partur av Coworking for bygdeliv verkætlanini, sum NORA stuðlar.