Bálloyvi til nýggjársbál
02.12.2024
Vágs Kommuna heitir á øll, sum ætlað at skipa fyri báli á nýggjárinum, um at søkja um loyvi til tess.
Vísandi til kunngerð um burturkast nr. 147 frá 19. oktober 1995 við seinri broytingum er krav, at góðkenning skal fáast frá kommununi at brenna nýggjársbál. Sostatt er krav, at fyriskiparar, grannaløg o.ø. hava góðkent bálloyvi.
Søkjast kann um loyvi við at útfylla hetta skjalið. Umhvørvisstovan hevur gjørt eina kunning um, hvat fyri tilfar er loyvt at brenna. Kunningin kann lesast her.
Heitt verður á fólk um at avgreiða bálloyvi skjótast tilber. Tey, sum ikki hava avgreitt bálloyvi í góðari tíð, kunnu koma út á kommunuskrivstovuna týsdagin 31. desembur millum kl. 12.00 til 14.00.