Umsókn til nýggjársbál
Treytirnar fyri bálloyvinum eru hesar:
- at bert reinur og turrur viður verður nýttur
- at veðrið er til vildar
- at brent ikki verður á parkeringsøki ella vegi
- at økið verður ruddað skjótast gjørligt og í seinasta lagi dagin eftir
- at navnsnevndur ábyrgdarpersónur verður uppskrivaður hjá kommununi
Hesar treytir skulu tryggja, at bálið verður gjørt við skynsemi umframt at minst møgulig umhvørvisárin standast av brenningini.
Øll givin loyvi, verða send politinum til kunningar.
Fyri at viðgera umsóknina er neyðugt hjá kommununi at viðgera persónsupplýsingar um teg. Øll málsviðgerð hjá kommununi er fevnd av dátuverndarlógini. Kunning um dátuvernd er at finna her.