Vilt tú gleða eitt barn á jólum?
Børnini eru ofta tey, sum gleða seg mest til jóla. Tey eru spent og síggja fram til løtuna, tá familjan savnast um jólatræið, og gávurnar verða latnar upp. Men tað eru ikki øll, sum uppliva hetta sum eina hugnaliga tíð. Tað eru fíggjarliga sperdar familjur og jólini kunnu gerast ein tung byrða, merkt av stúran og stressi.
Eigur tú eitt barn ella kennir tú eitt barn, sum hevur havt eitt trupult ár? Ella røkka fíggjarligu endarnir bara ikki heilt til hjá tykum ella kanska hjá nábúgvanum á jólum? So hevur tú møguleika at gleða eitt barn á jólum.
Ynskitræið í Miðlatúni
Aftur í ár verður ynskitræið í Miðlatúni. Við Ynskitrænum hevur tú møguleika at gera mun og gleða eitt barn á jólum. Vágs Kommuna samstarvar við Frelsurnarherin í Vági um ynskitræið. Í ár tekur Frelsunarherurin ímóti jólagávuynskjum til fíggjarligaspærd børn. Hesi ynskini verða skrivað á hjørtu, sum síðani verða hongd á jólatræið í Miðlatúni.
Fólk, sum ynskja at hjálpa, kunnu koma í Miðlatún, taka eitt hjarta av trænum, har upplýsing um aldur, kyn og ynski hjá barninum stendur. Síðani keypa tey eina gávu í samsvari við ynskið og lata hana inn í Miðlatún. Frelsurnarherurin syrgir síðani fyri, at gávurnar verða lætnar til børnini, so tey fáa tað, tey ynsktu sær.
Alt verður gjørt í trúnaði og dulnevnt, og bert Frelsurnarherurin veit, hvørji børnini eru.
Ein gáva til øll
Eitt prísmark á 300 kr. er sett, so gávuynskini verða hóskandi og ikki ov dýr. Soleiðis tryggja okur, at øll børn hava ein møguleika at fáa sítt ynski uppfylt.
Soleiðis gert tú
Á hesum leinkið kanst tú senda inn gávuynskir til børn. Ynskini og upplýsingarnar um børnini fara beinleiðis til Frelsurnarherin.
Freistir
Longu nú kanst tú senda inn gávuynskir og seinasta freist at lata inn ynski er 3. desembur, og allar gávurnar skulu vera aftur hjá Miðlatúni í seinasta lagi 17. desembur.
Vágs Kommuna og Frelsurnarherurin vóna, at átakið verður væl móttikið, og at fólk vilja stuðla hesum. Saman kunnu okur tryggja, at øll børn fáa eina hugnaliga jólagávu, sum tey gleða sjeg til.