TT

Jólatræið verður tikið niður

13.11.2024

Í 2022 gróðursetti Vágs kommuna eitt stórt granntræ í Vági. Endamálið var burðardygt – at sleppa undan at keypa eitt stórt felt granntræ til jólahøgtíðina og samstundis fríðka um økið. Nú verður træið tíverri tikið niður vegna sjúku.

Hetta var ein liður í verkætlanini Burðardygg býarfríðkan, sum byrjaði í 2022. Verkætlanin hevði fokus á at betra um grønu økini í kommununi – bæði við dagføring av verandi økjum og við at skapa nýggj. Sum partur av hesi verkætlan varð eitt 6 metrar høgt Abies Nordmanniana granntræ gróðursett á minnisvarðaøkinum. Træið var hugsað sum eitt “livandi jólatræ” og fekk nógva jaliga umtalu. Tað varð eisini eitt samtaluevni millum borgarar, tá tað varð plantað.

Granntræið hevur verið miðdepil í jólahaldinum hjá kommununi í tvey ár og hevur verið til stóra gleði fyri bæði børn og vaksin. Fyrsta árið stóð træið seg væl, men síðsta árið hevur tað stríðst. Gartnarin hjá kommununi hevur roynt at bjarga trænum, men eftir at hava ráðført seg við fakfólk varð staðfest, at træið er ov sjúkt til at kunna bjargast.

Tórsmorgunin verður træið tí felt. Í ár verður eitt stórt felt jólatræ sett upp á minnisvarðaøkinum, eins og tað varð gjørt áður. Í komandi ári ætlar kommunan tó at gróðurseta eitt nýtt granntræ á staðnum – eitt, sum kann verða nýtt sum jólatræ í framtíðini.


Deil á facebook