TT

Samband við Vágs Kommunu í heystfrítíðini - borgaratænastan er opin

10.10.2024

Í heystfrítíðini er kommunuskrivstovan stongd, tó ber til at avgreiða viðurskiftir og fáa samband við Vágs Kommunu í borgaratænastuni.

Frá mánadegnum 14. oktobur og fram til fríggjadagin 18. oktobur er kommunuskrivstovan stongd. Tó ber til hjá borgarum og øðrum at fáa fatur á Vágs Kommunu við at venda sær til borgaratænastuna, sum liggur í Miðlatún. Í hesum tíðarskeiðið svarar telefonin og telduposturin hjá kommununi sum vanligt, og starvsfólk í fyrisitingini hjá kommununi eru til staðar í Miðlatúni.

Viðvíkjandi kommunuvalinum

Tey, sum ynskja at greiða brævatkvøðu í heystfrítíðini, kunnu gera hetta í Miðlatúni. Og vallistin til kommunuvalið 12. november 2024 liggur frammi til alment eftirlit í Miðlatúni í heystfrítíðini.

Borgaratænastan og Miðlatún er opið soleiðis: Mánadag - fríggjadag: 10.00-16.00.


Deil á facebook