Avloysari til dagstovnaøkið hjá Vágs Kommunu
Vágs Kommunu søkir eftir starvsfólki, námsfrøðingi ella hjálparfólki, at starvast 20 tímar um vikuna, at byrja skjótast tilber. Starvið inniber at verða avloysari og skifta ímillum stovurnar tá okur mangla starvsfólk.
Eikilund hevur sjálvstøðugar karmar at virka undir. Náttúran og nærumhvørvið seta sín dám á gerandisdagin í dagstovnaøkinum.
Okur vænta, at tú:
- kanst arbeiða sjálvstøðugt, men dugur at samstarva
- er jalig/ur og sær møguleikar, heldur enn forðingar
- tekur ábyrgd og setur tær mál
- leggur stóran dent á at skapa góðar og tryggar umstøður í gerandisdegnum saman við børnum
- ert við til at menna námsfrøðiliga arbeiði á stovninum
Okur bjóða eitt spennandi starv, ið eru í støðugari menning, har tú kanst verða við til at mynda og seta tín dám á dagstovnaøkið hjá Vágs Kommunu.
Setanarviðurskifti
Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Skrivlig umsókn saman við prógvi, lívrensl og møgulig viðmælir verður send inn her ella til Vágs Kommuna, Vágsvegur 30, FO-900 Vágur. Meira fast at vita um avloysarastarvið við at venda sær til Annu Mariu E. Jacobsen, leiðara á telefon 239343 ella umvegis teldupost eikilund@vagur.fo.
Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Vágs Kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Um námsfrøðingur ikki søkjir, verða hjálparfólk sett í staðin.
Umsóknin skal verða okum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 11. oktober 2024 kl. 12.00.