Sævar og Frelsurnarherurin heiðraði
Í kvøld heiðraði Vágs Kommuna Sævar Halldórsson og Frelsurnarherin.
Á Ljósfest er vanligt at Vágs Kommuna heiðrar fólk og felagsskapur fyri teirra íkast til Vág. Og í kvøld var onki undantak. Á pallinum í kvøld kunngjørdu býráðslimir at Sævar Halldórsson og Frelsurnarherurin blivu heiðraði í ár.
Vágs Kommuna takka Sævar og Frelsurnarherin fyri teirra stóra íkast í Vági.
Røðurnar til heiðranirnar kunnu lesast niðanfyri og niðanfyri røðurnar kunnu myndir síggjast.
Sævar
Sævar er úr Keflavík. Hann er føddur í 1947.
Hóast íslendingur, giftur til Vágs, so munnu tey flestu í Vági meta Sævar sum rættan vágbing. Sævar hevur nevniliga evnini at práta við øll fólk, og at vera savnandi, hjálpsamur og skapandi, og eftir ongari tíð er tað, sum ein altíð hevur kent hann.
Innan hondbóltin í Vági hevur Sævar gjørt stórt arbeiði, og tað megnar arbeiðið, ið Sævar her hevur lagt í VB, kann ein ikki metast nóg høgt.
Evnini at savna fólk kring seg og harvið at skapa, hevur altíð klári og hjálpsami sølumaðurin og radiomekanikarin eisini víst á verkstaði sínum, ið eisini virkar sum cafe ella kaffistova, har menn hvønn morgun savnast til hugna og prát. Soleiðis at sameina sølubúð, verkstað og kaffistovu er eitt einastandandi fyribrigdi, ið ein ikki sær nógvastaðni í heiminum. Og júst hetta eyðkennir Sævar. Alt er so líka til, og onki er ógjørligt.
Tað prógvar lítla kaffistovan, sum hóast trongar karmar, hevur so sera vítt til veggja, og har savnast stór fjøld – ja, so stór, at ein ikki skuldi hildið, at rúm var fyri teimum, men hjá Sævari er altíð rúm fyri einum afturat.
Millum Sjónvørp, sundurtikin radio, antennur og loddi-aparat, hugna menn sær óført afturvið einum kaffimunni.Og sosiali týdningurin av hesi sjáldsomu kaffistovu er óivað størri, enn nakar gevur sær far um. Ti er kaffistovan eisini vorðin so kend, at bæði útlendsk ferðafólk og fjølmiðlar leggja leiðina innar.
Hesin hugburður, við avslappaða huglagnum á verkstaðs-kaffistovuni, har øll eru vælkomin, er eyðkent fyri íslendska vágbingin, og hóast kanska trongt millum veggja, so er tað ongin trupulleiki, tí hjartarúmið er stórt.
Altíð fúsur, hjálpsamur og av sonnum ein, ið gevur sítt íkast til tað sosiala, - til trivnaðin í Vági.
Vágs Kommuna hevur á Lósfest valt at heiðra mentafólkum. Og Sævar Halldórsson er eitt av mentafólkunum, ið fær henda heiður, so hjartaliga til lukku Sævar.
Frelsurnarherurin
Tað finnast veruliga fólk, sum taka guðstokka og hjálpsemi í álvara – alt um som leið.
Lyklaorðið er ofta: Menniskja
Tað kann mangan tykjast møtumikið at møta fólki, um um tey krevja nakað av tær.
Hóast okkara yvirskot annars - ...so hava vit ikki altíð menniskjasligt yvirskot.
Men tíbetur finnast fólk, ið hava orku, vælvvilja og menniskjasligt yvirskot. Og tey eiga millum ár og dag lívið í mongum.
Tí tað er veruliga munur á fáfongd, tómleika, og so at síggja veruleikan og taka eitt stig í veruleikanum.
Tað sóu Catherine og William Booth í 1865. Tey gjørdu nakað við tað!!
Virksemi byrjaði í London og skjótt breiddi felagsskapur teirra seg til stóran part av heiminum.
Frelsunarherurin í Føroyum var formliga stovnaður 23. oktober 1924.Fyrst í Havn.
Og í Vági kunnu vit fegnast um, at hóast roynt var aðrastaðni, so fekk Frelsunarherurin gróðrarlíkindi her í bygdini, og hevur verið í Vági síðani 1947.
Í dag virkat frelsunarheruin í Føroyum í Havn og í Vági.
Mong tilkomin hoyrir ein í dag siga frá góðu løtunum hjá frelsunarherinum í Vági, har mong umframt góð orð og tryggleika, eisini hava fingið førleika í guitarspæli.
Samkoman lýsir seg sjálvan við hesum orðum: Vit brenna fyri at møta tí einstaka menniskjanum og verða stuðlandi, hjálpsom og vegleiðandi og bera gleðiboðskapin um Jesus út til fólkið.
Frelsunarherurin hevur verið – og er - ein virkin samkoma í nærumhvørvinum, við tiltøkum í samkomuni og runt um á allari oynni.
Nevnast kunnu Bíbliu- og bønarmøti, ”Orðið á borðið”, Heimaforbundið, Sunnudagsskúli og Møtir.
Eitt nú Orðið á borðið er kent, har menn hittast, práta og syngja, og hesar týsdagar er uppmøtingin sera góð, og ikki fæst eitt parkeringspláss nærhendis stásiligu húsunum hjá Frelsunarherinum hesa fyrrapartar týsdagar.
Frelsunarherurin í Vági er eisini sjónligur í bygdamyndini, og ilt er til dømis at ímynda sær tendran av jólatrænum í bygdini, uttan luttøku av frelsunarherinum.
Ongin ivi er um, at orð eru fátøk, tá týdningurin av frelsunarherinum skal lýsast – tað sosiala arbeiði og góðu orðini á vegnum, - og so kanska mest av øllum alt tað, ið okkum ikki nýtist at vita nakað um. Tað, ið fer fram í tí stilla.
Ein felagskapur, ið er virkin millum fólk, og sum óivað loftar mongum. Ein felagsskapurur, sum fekk fótafesti her í Vági, og hetta fegnast vit um.
Vágs Kommuna handar á Ljósfest heiðurslønir og í 2024 og hevur kommunan valt at sýna virðing og vil hervið heiðra Frelsunarherinum í Vági. Takk og hjartaliga til lukku!