TT

Kunngerð um broyting av byggisamtykt í Vágs Kommunu

12.07.2024

Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 seinast broytt við løgtingslóg nr. 13 frá 18. mars 2013, verður við hesum boðað frá, at Vágs býráð á fundi 17. juni 2024 hevur samtykt at broyta byggisamtyktina fyri Vágs kommunu galdandi fyri økið hesi øki:

 

- Á Galtnaroyri verða uml. 1.141m2, á matr. 75b broytt frá havna og vinnuøkið til neystøkið.

Galtnaroyri - Neystaøki

 

- Á Galtnaroyri verða uml. 2.163m2 á matr. 114 broytt frá havna og vinnuøkið til bústaðarøkið.

Galtnaroyri - Bústaðarøki

 

- Inni í Líðini verða uml. 1.248m2 broytt frá almenn endamál til bústaðarøkið, ið umfatar. Matr. 571a og 571c.

Líðarvegur 571a - 571c - Bústaðarøki

 

- Í Fámará verða 2 økir á uml. 143.850m2 og 59.500m2 broytt frá landbúnaðarjørð til summarhúsøkið á matr. 653b.

Fámará - Summarhúsøki

 

- Vesturi á Eiðinum verða uml. 7.946m2 broytt frá ítróttar og frítíðarøki til summarhúsøkið á matr. 369a.

Húshagi - Summarhúsøki.jpg

 

- Inni í Líðini verða uml. 18.617m2 broytt til summarhúsøkið, ið umfatar matr. 485a, matr. 622c, matr. 374a, matr. 385a, matr. 172k og matr. 172a. Har tað verður deilt uppsoleiðis, at uml. 8334m2 frá frílendi verður broytt til summarhúsiøki og uml. 10.183m2 verður broytt frá landbúnaðarjørð til summarhúsøki.

Líðarvegur - summarhúsøki

 

- Í Dalinum verða uml. 40.000m2 broytt frá landbúnaðarjørð til summarhúsøki og umfatar matr. 455a, matr. 262a, matr. 435a, matr. 262a, matr. 512, matr, 193a, matr. 395aa, matr. 287a, matr. 423a, matr. 447, matr. 446c og matr. 448b.

Dalurin - summarhúsøki

 

- Frá Toftabø til Galtnaroyri verða uml. 2410m2 av bústaðarøki broytt til neystaøki, har uml. 1548 m2 verða broytt frá bústaðarøki til neystaøki, og uml. 862 m2 verða broytt frá Havna- og vinnuøki til neystaøki. Henda broyting umfatar matr. 121i, matr. 121b, matr. 121g, matr. 120b, matr. 120a, matr. 119b, matr. 1b, matr. 1c, matr. 118b, matr. 105c, matr. 119c, matr. 129e, matr. 1d, matr. 1e, matr. 1f, matr. 132, matr. 1g, matr. 1h, matr. 1i, matr. 1k, matr. 131c, matr. 131b, matr. 131d, matr. 128b, matr. 127, matr. 119d , matr. 86o, og 623a.

Vestanfyri Galtnaroyri - neystaøki

 

- Á Nesi Uml. 23000m2 frá landbúnaðarjørð til summarhúsøki: matr. 1a, matr. 5a, matr. 19a, matr. 19b, matr. 19c og matr. 19d.

Á Nesi - summarhúsøki

 

- Á Traðarvegi uml. 9.185m2 frá frílendi til bústaðarøki: matr. 448b, matr. 447, matr. 446c, matr. 397a, matr. 179a og matr. 227g.

Traðarvegur - Bústaðarøki

 

- Í Líðini uml. 6104m2 frá frílendi til bústaðarøki: matr. 585b, matr. 585a, matr. 362a og matr. 586a.

Líðarvegur - Bústaðarøki

 

Eisini verða hesar ásetingar broyttar í byggisamtyktini:

 

Í neystaøkið E

verður henda áseting løgd afturat:

14.Loyvt er at yvirnátta, um byggi- og brunavaldið hevur givið loyvi til tess.

 

Í summarhúsøkið I 

Verður henda áseting tikin burtur:

2. Byggistigið má ikki fara uppum 0,5 og nettonýtslustigið má ikki fara upp um 0,6.

 

Verða hesar ásetingar lagdar aftur:

2. Hús skulu ikki verða bygd í meira enn einari hædd umframt nýttum lofti og ikki vera hægri enn 3 m til hægsta punkt við útvegg og 6 m til mønuna, og húsini skuiu lagast landslagnum sum best. Undantikin eru tey hús, ið standa á matriklinum og kunnu broytast til nýmótans nýtslu.

3. Tað kommunala byggivaldi hevur ikki ábyrgd av at leggja vatn til økið ella kloakk frá økinum.

4. Kommunali myndugleikin skal góðkenna íbinding til vatn og kloakk. 

 

Broytingin í byggisamtyktini er til skjals á Miðlatúnið í Vági í upplatingartíðini í
tíðarskeiðinum frá 12. juli 2024 til 02. august 2024. og á heimasíðuni www.vagur.fo

Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu verða býráðnum í hendi í seinasta lagi 23.
august 2024.

Vágur hin 12. juli 2024


Deil á facebook