TT

Hjarnar framføra á Ljósfest

10.07.2024

Í ár verður føroyski tónleikabólkurin Hjarnar eitt av høvuðsnøvinum á Ljósfest.

Fólkakæri tónleikabólkurin Hjarnar koma at framføra á stóra pallinum á ársins Ljósfest. Hjarnar eru ikki heilt ókendir á Ljósfest – teir hava nevniliga framført bæði í 2021 og 2022, og báðar ferðirnar hava teir sett veruligt lív í áskoðarafjøldina.

Forsangarin er Karl Martin Samuelsen og við honum eru Jógvan Olsen (keyboards), Hans Black (trummur), Eyðun Nolsøe (bass) og Ólavur Øster (guitar).

Hjarnar fara at framføra leygarkvøldið 17. august. Umframt Hjarnar, so eru hesi tónleikanøvn almannakungjørd: Marius Ziska, Ronnie og Maria, Starlight og Janus W Mortensen. Vestmenn og Froðbiar Sóknar Blues orkestur framføra í tjaldinum fríggjakvøldið, 16. august, á Ljósfest.


Deil á facebook