TT

Summardagarnir í Vági endaðu í gjár

06.07.2024

Tvær vikur við upplivingum, rørslu, útilívi, samanhaldi og ongum skíggjum eru komnar at enda. Vágur sum okra spælipláss var temaði, og ikki kann sigast annað enn, at børnini hava uppliva nógv, sum Vágur hevur at bjóða.

Summarfrítíðartilboðið hjá Vágs Kommunu til børn frá 1. til 4. Flokk - Summardagar í Vági – endaðu í gjár. Skráin hevur verið sera rúgvusmikil, nógvir aktiviteir hava verið, m.a hava børnini siglt við gummibáti á Ryskjuvatnið, grillað pylsur og búffar, verið á skattaveiðu í plantasjuni, fanga krabbar í mølini og silgt við skjóttgangandibáti á fjørðinum. Børnini hava eisini útfoldað sjeg kreativt í skúlakøkini, í FabLab og saman við listakvinnuni Ýr Ákadóttir, og rørsluliga í fimleikahøllini og við einum Iron man – special edition, har tey runnu og súkklaðu runt Vatnið og yvir í Marghøllina og síðani svomu í Páls Høll. Børnini vóru eisini á fjørðinum við MS Tórshavn, har tey fiskaðu við tráu.

Í gjár var so síðsti dagurin, og har var stórt vatnkríggj á skrá. Brannbilurin luttók og aftaná, at kríggið var liðugt, gjørdi brannbilurin eitt skúmbað, sum børnini spældu í. Øll fingu karm, børn og vaksin! Aftaná varð farið í frítíðarskúlan, har børnini ótu matpakka og fingu kaku omaná, ið starvsfólkini høvdu bakað. Endabrakið var framførðslan hjá Inga Poulsen og børnini fingu handað gávu fyri at hava luttikið í Summardøgum í Vági.

Vágs Kommuna og starvsfólkini takka øllum børnunum fyri tvær góðar og hendingarríkar vikur.


Deil á facebook