TT

Kunngerð um broyting av byggisamtykt í Vágs Kommunu

08.04.2024

Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 seinast broytt við løgtingslóg nr. 13 frá 18. mars 2013, verður við hesum boðað frá, at Vágs býráð á fundi 25. mars 2024 hevur samtykt at broyta byggisamtyktina fyri Vágs kommunu galdandi fyri økið hesi øki

-          Inni í Líðini verða uml. 18.617m2 broytt til summarhúsøkið, ið umfatar matr. 485a, matr. 622c, matr. 374a, matr. 385a, matr. 172k og matr. 172a. 

-          Í Dalinum verða uml. 40.000m2 broytt frá landbúnaðarjørð til summarhúsøki og umfatar matr. 455a, matr. 262a, matr. 435a, matr. 262a, matr. 512, matr, 193a, matr. 395aa, matr. 287a, matr. 423a, matr. 447, matr. 446c og matr. 448b.

-          Frá Toftabø til Galtnaroyri verða  uml. 2410m2 broytt til neystaøki, Henda broyting umfatar matr. 121i, matr. 121b, matr. 121g, matr. 120b, matr. 120a, matr. 119b, matr. 1b, matr. 1c, matr. 118b, matr. 105c, matr. 119c, matr. 129e, matr. 1d, matr. 1e, matr. 1f, matr. 132, matr. 1g, matr. 1h, matr. 1i, matr. 1k, matr. 131c, matr. 131b, matr. 131d, matr. 128b, matr. 127, matr. 119d , matr. 86o, og 623a.

-          Á Nesi verða uml. 23000m2 frá landbúnaðarjørð broytt til summarhúsøki: matr. 1a, matr. 5a, matr. 19a, matr. 19b, matr. 19c og matr. 19d.

-          Á Traðarvegi verða uml. 9.185m2 av frílendi broytt til bústaðarøki og umfatar matr. 448b, matr. 447, matr. 446c, matr. 397a, matr. 179a og matr. 227g.

-          Í Líðini verða uml. 6104m2 frá frílendi broytt til bústaðarøki og umfatar matr. 585b, matr. 585a, matr. 362a og matr. 586a.

 

Eisini verða hesar ásetingar broyttar í byggisamtyktini:

 

Í neystaøkið E verður henda áseting løgd afturat:

14.Loyvt er at yvirnátta, um byggi- og brunavaldið hevur givið loyvi til tess.

 

Í summarhúsøkið I verður henda áseting tikin burtur:

2. Byggistigið má ikki fara uppum 0,5 og nettonýtslustigið má ikki fara upp um 0,6.

 

Og vera hesar ásetingar lagdar aftur:

2. Hús skulu ikki verða bygd í meira enn einari hædd umframt nýttum lofti og ikki vera hægri enn 3 m til hægsta punkt við útvegg og 6 m til mønuna, og húsini skulu lagast landslagnum sum best. Undantikin eru tey hús, ið standa á matriklinum og kunnu broytast til nýmótans nýtslu.

3. Tað kommunala byggivaldi hevur ikki ábyrgd av at leggja vatn til økið ella kloakk frá økinum.

4. Kommunali myndugleikin skal góðkenna íbinding til vatn og kloakk.

 

Broytingin í byggisamtyktini er til skjals á Býráðsskrivstovuni í Vági í upplatingartíðini í tíðarskeiðinum frá 8. Apríl 2024 til 29. apríl 2024. og á heimasíðuni www.vagur.fo

Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu verða býráðnum í hendi í seinasta lagi 20. mai 2024.

 

Broytingar í byggisamtyktini kunnu síggjast her:

Á Nesi - summarhúsøki

Dalurin - summarhúsøki

Líðarvegur - bústaðarøki

Líðarvegur - summarhúsøki

Traðarvegur til bústaðarøki

Vestanfyri Galtnaroyri - neystaøki

 

 

 


Deil á facebook