TT

Vágs Kommuna gjørt foravtalu um grót úr Suðuroyartunnlinum

01.04.2024

Vágs Kommuna hevur gjørt foravtalu við P/F Suðuroyartunnil um ein part av grótinum, sum kemur úr tunnlinum. 

Borgarstjórin, Bjarni Johansen, og formaðurin og stjórin í P/F Suðuroyartunnil hava í dag gjørt foravtalu um 10% av grótinum, sum kemur úr komandi Suðuroyartunnlinum. Talan er um eina foravtalu, tað sum eisini verður nevnt ein preliminary agreement, sum verður endalig, tá arbeiðið at gera tunnilin fer í gongd.

Talan er um stórar nøgdir av gróti, sum fara at koma úr tunnlinum, og Vágs Kommuna hevur ogna sær tey 10% av tí fyrsta grótinum. Avtalað er, at kommunan fær grót frá báðum tunnilsmunnunum, ið verður flutt suður til Vágs. Grótið, sum kemur upp sandoyarmegin verður flutt suður í trailaralastum við Smyrli. Farmakostnaðurin hjá Smyrli er lágur og hetta ger tað fíggjarliga møguligt hjá kommununi at fáa gróti suður, fyri ein lágan kostnað. Væntast kann, at nógvi flutningurin av gróti kemur at ávirka farmavirksemi hjá Smyrli og kommunan fer í næstum á fund við SSL at umrøða, hvussu hetta verður skipa á bestan hátt.

Grótið, sum kommunan hevur ogna sær, verður brúkt til eitt nú útbyggingina av Vágs havn - suðursíðan uttanfyri pirin og eystur ímóti Núpinum. Eisini er tankin, at gróti verður nýtt til planeringar av ymsu slag, t.d. á økjunum sum kommunan hevur givið loyvi til at blíva nýtt til frítíðarbústaðir, og tá kommunan í framtíðini saman við Bústøðum fer at byggja eldra íbúðir og aðrar búeindir. Tað grót, sum ikki verður nýtt, verður lagt til síðis í Vági - á hendan hátt hevur kommunan framtíðar tryggja sær grót til útstykkingar og útbyggingar.

Tað er sera umráðandi, at kommunurnar í oynni stuðlað byggingini av Suðuroyartunnlinum, og við hesi avtalu, so hevur Vágs Kommuna tikið eitt stórt tak í stóru verkætlanini at byggja Suðuroyartunnulin. Sigur Bjarni Johansen, borgarstjóri.

Tekniskanevnd og tekniskadeild eru í gongd við at fyrireika partin hjá Vágs Kommunu í hesu foravtalu.


Deil á facebook