Flogbóltur í Vágs høll
05.02.2024
Mánakvøld klokkan 20.00 er flogbóltur í Vágs Høll.
Í vetrarhálvuni ber til hjá flogbóltsáhugaðum og fólki, ið ynskir at fáa eitt sindur rørslu inn í gerandisdagin, at spæla flogbólt vesturi í Vágs Høll. Um ein ikki ert byrjað/ur at spæla, so er kanska høvi til tess í februar, tá heilsuátakið Virkin Vágur er.
Øll eru hjartaliga vælkomin og tað er ókeypis at spæla. Tey, ið skipa fyri, bjóða ein kaffimun aftaná.
#virkinvágur2024 #abcfyrisálarligaheilsu