TT

Audiotúrar í Vági

30.10.2023

Hevur tú sæð stuttfilmin um Vág? Hevur tú vitjað Miðlatún og sæð listaframsýningina? Listaverkætlanin Community Art fer nú inn í síðsta partin, ið er at framleiða audiotúrar um vágsbygd. Audiotúrarnir merkja, at listafólkini (Floortje, Eva og Martijn) vilja fanga ymsar smærri søgur, serlig støð, hendingar og tankar um Vág, fortalt av fólki í Vági.

Hvussu luttekur tú? Tú kanst møtast við Floortje til ein kaffimunn og eitt prát. Prátið kann vera um Vág – søguna, serlig støð, stuttligar hendingar, tiltøkini í Vági, ella kanska okkurt sum tú heldur er heilt serstakt í Vági. Talan er ikki um eitt interview, men eitt leyst prát, sum kann fyriganga á føroyskum ella enskum.

Dømir um líknandi audiotúrar

Floortje, Eva og Martijn hava gjørt líknandi audiotúrar í Føroyum. T.d. í 2021 gjørdu tey túrarnar “Where the Mountains Meet Each Other” saman við skúlum á Sandi, Strondum, Rúnavík og Skála. Tað ber til at lurta hesum audiotúrum her.

Skrivað tjeg upp!

Um tú hevur hug at viðvirka í audiotúrunum, so kanst tú venda tjeg til Miðlatún á telefon 239390 ella info@vagur.fo ella við at skriva til Floortje á telefon +31651474150. Prátið kann verða heima hjá tær ella í SEV-húsinum.

Eins og stuttfilmurin um Vág, so vilja audiotúrarnar geva lurtarum brellbitar úr Vági. Øll eru vælkomin at prátað við Floortje.


Deil á facebook