Listaframsýning í samband við Community Art verkætlanina
Ónsdagin 25. oktobur letur upp forvitnislig listaframsýning í Miðlatúni. Framsýningin er í samband við Community Art listaverkætlanina.
Síðani byrjanina av septemburmánað, hava Eva, Floortje og Martin arbeitt við eini listaverkætlan í Vági. Listaverkætlanin, ið nevnist Community Art, hevur fevnt um samstarv við Vágs skúla, Ítróttaháskúlan, ellisheimið Hamragarður og nógvar íbúgvar í Vági. Sjálvt um listaverkætlanin heldur fram til endan av novemburmánað, so verður skipa fyri eini listaframsýning, ið vísir listina sum er komin burturúr ymsu verkstovunum.
Talan er um list í samband við hesar listaverkstovur:
- Næmingar úr 2. flokki í Vágs skúla og næmingar frá Ítróttaháskúlanum. Hesar verkstovur hava havt arbeiðsheitið Art by Nature.
- Næmingar úr 7. flokki í Vágs skúla. Hesar verkstovur hava havt arbeiðsheitið Signs of Stories.
- Aðrar verkstovur í FabLab, kvøldskúlanum og ellisheiminum, ið hava havt við ull frá nærumhvørvinum.
Umframt listina, so verður eisini ein stuttfilmur um Vág vístur á stórskíggja. Talan er um filmin, ið Martin hevur framleitt. Filmurin vísir brellbitar frá fjøltáttaða gerandisdegnum í Vági. Filmurin verður vístur fleiri ferðir, meðan framsýningin er opin.
Listaframsýningin letur upp klokkan 17.00 og opið er til 20.00, tann 25. oktobur. Á upplatingardegnum verður stuttfilmurin vístur hvønn hálvan tíma. Framsýningin kemur at standa frammi í Miðlatúni fram til fríggjadagin 3. novembur. Framsýningin er opin í upplatingartíðunum hjá Miðlatúni.