TT

Endurreisa varðar og betra um bygdagøtuna á Gjógvaráfjallið

30.06.2023

Arbeiðið at endurreisa varðar og betra um bygdagøtuna á Gjógvaráfjallið er byrjað. Bygdagøtan er gamla farleiðin millum Vág og Fámjin.

Fyrr í ár varð kunna um arbeiðið at menna og skipa ferðavinnuna í Vági og at nýggja rás niðan til Rávuna og gongutúraskeltið til Eggjarnar og Rávuna var gjørt. Í løtuni er ein onnur verkætlan í gongd, ið bæði vendir sjeg til lokal og ferðafólk. Verkætlanin er at endurreisa 16 varðar á Gjógvaráfjallið og niðan í móti vegin til Fámará.Talan er um arbeiðið at endurreisa gomlu varðarnar, sum eru falnir ella blivnir burtur við árunum.

Umframt arbeiðið á varðunum, so verða eisini bláir varðasteyðrar settir niðir. Hesir steyðrar knýta rásina, ið byrjar við Traðarveg (á Gjógvaráfjallið) og fyrsta varðan á bygdagøtuni. Eisini verða garðstíggj gjørd, soleiðis at gongufólk lættari sleppa yvir hegnini.

Nýtt gongutúraskeltið

Tá arbeiðið er liðugt, verður nýtt gongutúraskeltið sett upp við Traðarveg, har rásin til bygdagøtuna byrjar. Gongutúraskeltið lýsir túrin eftir bygdagøtuni millum Vág og Fámjin, har møguleiki er eisini at fara oman í Botn.

Sí myndir niðanfyri.



Deil á facebook