Várdagar í Vági
Frá mánadegnum 15. mai til sunnudagin 21. mai vera Várdagar í Vági, har bygdin fyrireikar sjeg til várið og summarið.
Aftur í ár skipar Vágs Kommuna fyri Várdøgum í Vági. Talan er um eina viku har ymist er á skrá, ið hevur við várið at gera. Og lagt er upp til, at kommunan og borgarar í felag gera sítt til, at bygdin stendur klár til várið og summarið. Várdagarnir í ár innihalda gongutúr, plantupakka, ruddingardag, vár tilboð frá handlunum, útflýggjan av træspónum og plantan av summarblómum.
Kommunan
Um miðjan mai plaga arbeiðsmennirnir hjá kommununi at plantað summarblómur í blómubeðum í Vági, og í ár er onki undantak. Í næstu viku byrjar hetta arbeiðið, soleiðis at bygdin verður so vøkur prýdd við blómum í alskyns litum. Kommunan hevur í eina tíð (og ger hetta framhaldandi) tikið í móti greinum og gjørt hesar til træspónir, ið borgarar kunnu fáa ókeypis. Teir borgarar, sum ynskja træspónir, skulu taka posa og spaka við, tá tey fara eftir træspónunum í byngjuni við Tórmansá. Byngjan er opin allar dagar, har borgarar kunnu avlevera greinar og heinta træspónir.
Tilboð
Handlar í Vági hava eisini tilboð hesa vikuna. Handlarnir, sum eru við í Várdøgunum i Vági eru: Mangt&Hvat, Vágs Litbúð og Bygma Suðuroy. Hesir fara at selja vørur við avsláttri, sum eru hentar nú várið er komið. Fylgið við at Facebook síðunum ella støkki inn á gólvið hjá hesum handlum og fái meira at vita um, hvørjar vørur eru uppá tilboð.
Ruddingardagurin
Árligi ruddingardagurin er leygardagin 20. mai klokkan 9.30. Dagurin byrjar á Hotel Bakkin, har kommunan bjóðar morgunmat. Aftaná verða posar og handskar útflýggjaðir og borgarar fara út at rudda í grannaløgum. Ruddingardagurin endar klokkan 12.00, tá kommunan bjóðar vatn og frukt frammanfyri SEV húsið.
Lagt er upp til, at ítróttarfeløgini, felagsskapir og vinnulívið í Vági eisini fara ruddað.
Gongutúrurin
Leygardagin 20. mai verður skipa fyri gongutúri við ferðaleiðara niðan á Rávuna. Byrjað verður klokkan 13.00 við nýggja gongutúraskeltið, sum er tætt við Verkstaðið á Bakka, og gingið verður eftir nýggju rásini niðan á Rávuna. Ferðaleiðari á túrinum er Jens Petur Brattalíð. Les meira um nýggju rásina her.
Plantupakkin
Vágs Kommuna bjóðar borgarum plantupkakka, ið inniheldur runnar og trø (3 stk.). Les meira um plantupakkan og hvussu ein skrivar sjeg upp her.