Nýggj gongurás niðan á Rávuna
Síðst í aprílmánað hava arbeiðsmenn hjá Vágs Kommunu og sjálvboðin frá hagapørtum arbeitt uppá nýggju gongurásina niðan á Rávuna, sum er ein fjallatoppur í millum Vág og Lopra.
Arbeiðið at manna og skipa ferðavinnuna í Vági heldur fram. Nógv arbeiðið er gjørt síðstu árini og bygt verður omaná, so hvørt. Ein liður í arbeiðinum við ferðavinnuni er at skeltað og gera rásir til lokal og vitjandi at ganga á. Skeltini og rásirnar gera tað lættari hjá fólki at vitja søguligu støðini og vøkru náttúruna kring Vág undir skipaðum viðurskiftum.
Nýtt kunningarskeltið
Í 2021 og 2022 vóru kunningarskeltir, bygdaskeltir og ávísingarskeltir sett upp í Vági og á plássum, sum nógv vitjað. Og í ár er eitt nýtt kunningarskeltið sett upp og nýggj rás er løgd. Talan er um eitt skeltið, sum kunnar um gongumøguleikar niðan á Eggjarnar og fjallatoppin Rávuna. Eggjarnar og Rávan liggja sunnanfyri Vág – í millum Vág og Lopra. Nýggja kunningarskeltið er sett upp við byrjanina av Eggjarvegnum, tætt við Verkstaðið á Bakka. Eggjarvegur er vegurin sum gongur niðan til Eggjarnar, og kunningarskeltið greiður fólki frá, hvussu ein kemur til Eggjarnar og Rávuna.
Gongurásin niðan á Eggjarnar
Nýggja gongurásin niðan á Rávuna byrjar sama stað, sum tá fari verður niðan á Eggjarnar. Tá komið er væl niðan í móti Eggjarnar fer gongurásin av vegnum og niðan í hagan. Henda nýggja rásin er týðiliga uppmerkt. Ein stórur steyri er settur við vegin, har rásin fer av vegnum, og á steyranum eru pílar, sum vísa til Rávuna, Eggjarnar og aftur til Vágs. Sjálva gongurásin er merkt við smærri bláum steyrum í grasinum, sum leiða gongufólk trygt niðan á Rávuna. Túrurin niðan á Rávuna, og túrurin niðan á Eggjarnar, er góður at ganga og gingið verður í vøkrum lendi við útsýni yvir vestursíðuna av Suðuroynni.
Hetta er ein liður í arbeiðinum at skipa ferðavinnuna til gagn fyri tey lokalu og øll tey mongu vitjandi í Vági. Eggjarnar og vestursíðan av Suðuroynni eru nakað heilt serligt og væl vitjaða, bæði av lokalum og vitjandi í Vági. Kunningarskeltið og gongurásin niðan á Rávuna gevur okum eitt bein afturat í einum fjølbroyttum úrvalið av skipaðum ferðavinnumøguleikum í Vági. Sigur Magnus Pauli West, leiðari fyri Visit Suðuroy.
Arbeiðið við at skelta og gera gongurásina niðan á Rávuna er gjørt í samstarvi millum Vágs Kommunu, Visit Faroe Islands og hagapartarnar Hamrahagi og Langadalshagi. Visit Suðuroy takkar øllum, sum hava hjálpt til í hesi verkætlan.
Til síðst kann leggjast afturat, at Visit Suðuroy fer í maimánað at skipa fyri einum gongutúri við ferðaleiðara niðan á Rávuna. Meiri kunning kemur seinni um túrin.
Niðanfyri eru myndir frá arbeiðinum.