TT

Okur hava lært nógv av kavaveðrinum

16.03.2023

Tað seinastu tíðina er nógvur kavi komin niður, og hevur tað givið vágbingum og Vágs Kommunu nógvar og stórar avbjóðingar.

Tað er ikki ofta, at so nógvur kavi kemur niður. Fólk vita ikki um so nógvan kava í eini 25 ár. Tó so mugu okur siga, at hetta hevur lært okum, at nátturan ger tað, hon vil, og okur mugu síðan taka avgerðir - skjótar avgerðir; summar væl hugsaðar og summar kanska tiknar við teimum forteytum, orka og umstøður hava loyvt.

Starvsfólk og umsiting hava roynt sítt besta. Grannar og grannaløg hava gjørt sítt. Familjur og arbeispláss hava víst samfelagsinni og vinarligheit - tí seinastu dagarnar hava okur øll meir og minni verið í eini undantaksstøðu. Næstu dagarnar verða einki undantak. Okur gera okra besta og við teirri arbeiðsorku, sum er á staðnum.

Tað allar besta er, at tykur venda tykum til kommununa um tað er eitthvørt. Tí tað er har boðini best kunnu viðgerast og tað er har loysninar mugu finnast.

Jeg vil takka tykum øllum;  starvsfólkunum, bygdafólki og fyritøkur, sum hava kunna veit tænastur, ið hava gjørt mun, fyri tykra innsats. Eisini fari jeg at takka Landsverk, at teir kundi koma at hjálpa okum við at rudda kava eftir høvðusvegnum - teir hava havt úr at gera, við at halda vegirnar millum bygdirnar opnar.

 

Bjarni Johansen

Borgarstjóri


Deil á facebook