
Viðvíkjandi kavaruddingini í Vági
12.03.2023
Vágs Kommuna skal boða frá, at kavaruddingin er í gongd. Grivið verður á kommunalu vegunum í Vági. Kavaruddingin heldur áfram til tað gerst myrkt.
- Tað eru avbjóðingar í samband við kavaruddingina.
Nógvir bilar standa enn á og framvið vegunum og hesir bilar eru til stóran ampað hjá maskinuni. - Tað er ein gravmaskinu, sum grevur. Sostatt tekur tað tíð at koma runt um.
- Gravmaskinan verður í tíð og ótíð kallað til uppgávur, har bilar standa fastir. Hetta darvar arbeiðinum.
Kavaruddingin er, sum sagt, á kommunalum vegum - ikki á privatum økjum, so sum innkoyringar.