TT

Ansingargjaldið verður ikki kravt í desembur

29.11.2022

Vágs Kommuna hevur gjørt av, ikki at krevja ansingargjald fyri desembur mánað. Sostatt skulu foreldur at børnum í barnagarðinum, í Sóljuni og í frítíðarskúlanum ikki rindað mánaðarliga ansingargjaldið.

Barnafamiljur rindað vanliga ansingargjald 11 mánaðar um ári, men í ár verður so ein mánið afturat, har ansingargjaldið ikki skal rindast.

Barnaansingargjøldini hjá Vágs Kommunu eru hesi:

  • Vøggustova fulla tíð: kr. 1.800 í 11 mánaðir (juli fríur)
  • Vøggustova hálva tíð: kr. 900 í 11 mánaðir (juli fríur)
  • Barnagarður fulla tíð: kr. 1.800 í 11 mánaðir (juli fríur)
  • Barnagarður hálva tíð: kr. 900 í 11 mánaðir (juli fríur)
  • Frítíðarskúli: kr. 1.000 í 10 mánaðir (juli og august fríur)

Sysknaavsláttur: Eru fleiri systkin á ansingarstovnum, so er kostnaður í mesta lagi 3.500 kr. fyri eina familju. 


Deil á facebook