TT

Menn og sálarheilsa – fyrilestur við Niclas Hera

26.10.2022

Ónskvøldið 9. november klokkan 20.00 hava Niclas Heri Jákupsson og Monika Mohr tveir áhugaverdar fyrilestrar. Fyrilestrarnir eru partar av Movember-átakinum, sum verður í Vági. Fyrilestrarnir eru ókeypis.

Um fyrilesturin sigur Niclas Heri:

Hóast fyrilesturin hjá Niclas Hera er til menn, so er hann sera væl egnaður til pør.

Fyrilesturin, sum bæði er fakligur og til tíðir stuttligur, kemur at vera um: strongd og mannfólk, lívsgleði og mannfólk, og samskifti og mannfólk.

Allar kanningar vísa, at mannfólk hava verri við at seta orð á tankar og kenslur - og hava ikki lætt við at samskifta, um sálarligar avbjóðingar. Tí hava teir verri við at siga frá og siga til - og hava teir sera torført við at biðja um hjálp.

Øll eru vælkomin til eitt jaligt kvøld við einum vælupplágdum Niclas Hera.

Hóast evnið er til tíðir svárt at tosa um, so dugir Niclas Heri væl at gera tað lætt og stuttligt.


Deil á facebook