TT

Okur bíða eftir røttu grønu loysnini

13.10.2022

Undanfarnar vikur hevur virksemið í Páls høll verið nógv tarnað av, at Suðuroyggin, so ella so, hevur koyrt uppá grøna orku. Og tað er at fegnast um!  

Fyri Páls høll merkir hetta tó, at tað ikki er møguligt at hita hyljar, hølir og aðrar fasilitetir, og tí hevur høllin verið stongd onkrar dagar.

Fyri meirilutan í Vágs býráð hevur tað nógv at siga, at loysnin, ið kann tryggja Páls høll hita alt døgnið, er grøn. Samskifti er við veitarar um at finna loysnir, men tað eru fleiri avbjóðingar eitt nú við levering, staðseting av orkuloysn v.m. Hetta er ein sera stór íløga fyri Vágs kommunu og tí ræður eisini um, at loysnin er bílig í drift, soleiðis at útreiðslurnar hjá kommunu fyri eitt nú streym og hita ikki vaksa ov mikið komandi tíðina.

Hetta er ein keðilig støða at verða komin í, ásannar meirilutin í Vágs býráð; í løtuni er ongin skúlabarnasvimjing, ongin almenn svimjing og Susvim trenar nú á Tvøroyri, so hetta er ikki ein nøktandi støða fyri okkara borgarar. Tí er tað átroðkandi at finna eina loysn, og bíðað verður eftir røttu grønu loysnini.


Deil á facebook