TT

Hjarnar koma aftur til Ljósfestina í Vági

08.08.2022

Í fjør vóru teir eisini við á Ljósfestini í Vági, har teir verðuliga setti lív í áskoðarfjøldina. 

Ljósfestin endaði nemliga við einum braki í fjør, har Hjarnar setti eitt virðiligt punktum, eftir at fleiri tónleikanøvn høvdu verið á pallinum. Tí hava okur valt, at teir vera við aftur til Ljósfestina í ár. 

Hjarnar hava havt mong hittini gjøgnum ár og dag og útgávurnar eru hesar:

LP

1984 - We Come for You

1995 - Hjarnar

Single

1977 - Bad Dream

1982 - Into the Night / Breaking My Heart

Eru við á hesum útgávum

1997 - Kom nú lítli mín

1996 - Rópið á skuggarnar

Uppsamlingsfløgur/plátur

1998 - Tólvti maður

1999 - Gullfløgan

1999 - Komið øll við

1999 - Tutl 2000 – Rock/Pop

2000 - Best í Føroyum

2006 - Popp List 5

 

Forsangarin Karl Martin Samuelsen, er eisini kendur frá m.a tónleikabólkinum Joka, sum hava 2 útgávur á baki. 

Har fleiri av sanginum av Joka 1 og Joka 2 gjørdis landaplágur  m.a “ Tarvatrøllið “ “Barnið “ og sangirnar eru framvegis at hoyra við jøvnum millumbili.

Í fjør á Ljósfestini spældi Hjarnar egnar sangir og fleiri av kendastu Joka sangum til stóra gleði fyri áskoðarfjøldina. 

Manningin hjá Hjarnar í dag, eru nærum tann sama, sum hon hevur verið øll árini teir hava spælt. 

Manningin er henda til Ljósfestina:

Karl Martin Samuelsen (sang)

Jógvan Olsen (keyboards)

Hans Black (trummur)

Eyðun Nolsøe (bass)

Ólavur Øster (guitar)

Okur gleða okum til Ljósfestina leygarkvøldi 13. august, har Hjarnar aftur fara at rokka í miðbýðnum í Vági.


Deil á facebook