TT

Gøtuljósini sløkt um summarið

23.05.2022

Sum borgarar allarhelst hava bitið merki í, so hava gøtuljósini verið sløkt seinastu dagarnir. 

Nú man gongur ímóti ljósari tíðum, metir Vágs Kommuna, at tað er ikki neyðugt at lata gøtuljósini lýsa um summarnæturnar. Gøtuljósini verða tendraði aftur 1. september 2022. 

Í summar fer Vágs Kommuna undir at skifta gøtuljós á m.a Eiðisvegi og Bøgøtu út við nýggj ljós. 


Deil á facebook