Stovna brúkara til foreldranetið
Sum kunnugt, so fær Vágs Kommuna eitt foreldranet. Foreldranetið verður framyvir brúkt í samskiftinum millum ansingarstovnarnar í kommununi og foreldrini. Í hesum samband skula øll foreldur stovna sær ein brúkara á foreldranetinum.
Fyri at viðgera umsóknina er neyðugt hjá kommununi at viðgera persónsupplýsingar um teg. Øll málsviðgerð hjá kommununi er fevnd av dátuverndarlógini. Kunning um dátuvernd er at finna her.