Seglbátar
Vágs Havn er sunnasta havnin í Føroyum. Havnin er hugnalig og liggur í hjartanum í Vági. Tað er rúmligt og trygt, og havnin er væl vard við góðum trygdarundirstøðukervi. Ein stórur brimgarður verjir fjørðin og ger havnina trygga. Siglingin til Vágs Havn er einføld og góð.
Vágs Havn er rúmlig og hevur pláss til 40+ seglbátar. Vitjandi hava atgongd til el, WiFi, vesi og baðihentleikar, og aðrar viðkomandi (MRO) tænastur.
- Seglbátar rinda 100 kr. pr. nátt.
- Hvørt ferðafólki umborð rindar burðardyggaavgjaldið á 20 kr. um dagin, tó í mesta lagi 200 kr. Hetta er eitt avgjald sambært ferðavinnulógini.
Vágur
Kring Vágsfjørð liggur Vágur við síni ríku søgu, sermerktu mentan og stórslignu náttúru. Vágur er næst størsta bygd í Suðuroynni og í meira enn eina øld var Vágur fiskivinnustaður, men í dag setur upplivingarvinnan sín dám á bygdina. Fólkið her er tiltikið gestablítt, og Vágur er alkent fyri serstaka nýggjárshaldið, har mentan og felagsskapur renna saman.
Frítíðarvirksemi og upplivingar
Í Vági er ein ørgrynna av upplivingarmøguleikum, sum til dømis Páls Høll, Marghøllin, FabLab, fótbóltur, renning og rørsla, Disc Golf, gongutúrar og mangt annað. Eisini ber tað til at síggja listasavnið hjá Ruth Smith, minnisvarðin av Royndini Fríðu, gotisku Vágs kirkju og annað.
Eisini ber tað til at uppliva náttúru perlinum Vágseiði og Eggjarnar. Vágseiði er serstakt, tí fyrsta havnin í Vági, Kleivin, var í eiðinum, meðan Eggjarnar eru hugtakandi vegna flotta útsjónina og fuglalívið.
Meira kunning um frítíðarvirksemi og upplivingar, er at finna á Mentan og Frítíð á heimasíðuni hjá Vágs kommuna og Visit Suðuroy.