TT

Nýggjárið í Vági

Í 1960’unum setti ein bólkur av ungum lokalum sær fyri at skipa fyri einum nýggjárshaldi í Vági. Endamálið var at byrjað eina siðvenju í Vági, sum skuldi sameina lokal og fólk við tilknýti til Vág á nýggjársaftan – hvørt ár framyvir.

Nýggjárshaldið inniheldur eina fakkuligu skrúðgongu, fýrverk og bál, sum fer fram á staðnum, kallað Tríkanturin. Til 1950’ini nýtti eitt lokalt felag Tríkantin til at turka fisk. Tí heldur søguliga týdningurin av hesum stað fram við Nýggjárshaldinum.

Í sambandi við aldarskiftið (ár 2000) varð Tríkanturin umvældur, og tvær standmyndir reistar, sum gjørdust prýði fyri bygdina. Saman við siðvenju, hátíðarløtu og samhaldsfesti, fanga standmyndirnar og Tríkanturin kjarnina av Nýggjárshaldinum í Vági.

Gjøgnum árini hevur Nýggjárshaldið í Vági ment sjeg til eina spektakulera hending - ein, sum ikki kann upplivast aðrastaðni. Í dag savnar Nýggjárshaldið í Vági túsundtals fólk, bæði lokal og vitjandi úr øllum heiminum, sum vilja uppliva hátíðarhaldið.

Myndir frá nýggjárshaldinum

Myndamaður: Alessio Mesiano