TT

Røða og myndir avdúking av standmynd av Tofta Regin

13.10.2018

Dennis Holm, borgarstjóri flutti fram røðu, tá standmyndin av Tofta Regin varð avdúkað á Sandinum í dag. Fleiri myndir eru niðanfyri.

 

Røða avdúking av standmynd av Tofta Regin

Sandurin er eitt tað vakrasta stað,
ein blómugarð vit kunnu byggja,
tí harmar tað mangan vágbing í dag,
hann skal sum eitt runudíki liggja,
var tað ikki betri hann innigirdur varð,
til spælipláss og til barnagarð,
og til gomul og útslitin pør,
skapt eitt Eden í sól við Vágsfjørð.

 

Góðu vágbingar, suðuroyingar – góðu áhoyrarar

Palli í Tøðuni yrkti hendan sangin í samband við nýggjárshaldið í Vági síðst í 1960unum – har hann, eins og mongu onnur droymdu um Sandin sum eitt vakurt innbjóðandi stað til okkum øll at njóta.

Nú eru tað eini 10 ár síðani at stig vórðu tikin til at gera Sandin um til eina lund. Fyrst varð Sandurin sligin og deyðagrasi burturbeint. Síðani varð Sandurin innigirdur og trø og runnar vórðu plantaði. Gøtur eru eisini gjørdar og ljós við gøturnar – og inni á Sandinum er eisini ein hugnaligt lítið vatn – og okur øll kunnu njóta løturnar á benkrum inni á Sandinum.

Hvønn dag leita nógv fólk sær eisini á Sandin at stytta sær stundur – at njóta løtuna í hugnaliga umhvørvinum. Á leiðini leita nógv uttan iva eisini aftur á farnar tíðir, á barndómsminnir frá Sandinum, sum jú var eitt natúrligt spælipláss bæði til fótbólts- og hondbóltsspæl, hjá so mongum.

 

Tað var eisini her á Sandinum, at ein týðandi leikur fyri okkara lokalu søgu fór fram. Fyri eini 570 árum síðani kom Tofta Regin rennandi her á leiðini, hevði júst fangað húskallin hjá Jenis á Laðangarði, sum var á hestbaki – og hevði fingið um halafaksið á hestinum.

 

Í 1450árunum hevur Tofta Regin verið ein markantur persónur í Suðuroynni.

Tofta Regin hevur havt stórt vald, tí hann átti allan Toftahaga, hálvan Lambhaga og Tórishaga, og í Hamrahaga skuldi hann eisini eiga – tilsamans ein fjórðingur av allari Vágs bygd. Søgnin sigur eisini, at hann var ein rættur yvirgangskroppur, herviligur gandakallur og viðgitin fyri styrki.

Sambært søgnini var Tofta Regin eisini í hólmgongu ella bardaga við bæði Nesbóndan (um mark millum Toftahaga og Neshaga), við Gjógarámenn (um mark millum Toftahaga og Botnhaga, sum Gjógvarmenn áttu), og millum vágbingar og sumbingar (um mark millum Vág og Sumba í Lopra).

Kendasti parturin av søgnini snýr seg um stríðið um ognarskapin av Lopranshólmi, har vágbingar fingu Tofta Regin at berjast fyri seg, og sumbingar Regin í Hørg. Endin var at Tofta Regin vann – og Lopranshólmur er framvegis í dag ogn hjá vágbingum.

Regin í Hørg átti ein son, Jenis í Laðangarði, sum vildi hevna tapi hjá pápanum ímóti Tofta Regin.

Løtan kom, tá biddarar høvdu verið í Toftum hjá Tofta Regin og biðið um olmussu. Tofta Regin noktaði biddarunum olmussu og vísti teir á dyrð, men tá segði ein av biddarunum at skjótt kundi Regin koma í eina støðu, har hann fegin hevði tikið ímóti olmussi. -Og Regin svór tá, at hann ongantíð fór at lata ella taka ímóti olmussi – ella skuldi hann eita orðloysingur og meinsvorin.

Jenis í Laðangarði í Sumba frætti um hetta og sá nú ein møguleika fyri hevnd.

Jenis fekk ein av húskallunum at fara við einum geldseyði til Toftar í olmussu gávu til Regin. Húskallurin fór á hestbaki til Vágs, til Toftar. Trein innar og tveitti seyðin inn á gólvi hjá Regini og segði:

“Húsbóndi mín, hin navngitni Jenis í Laðangarði, hevur frætt, at tú, Regin, hevur strongt tað heiti ikki at geva ella taka olmussu; til tess at tú nú kanst vera bæði orðloysingur og meinsvorin, sendir hann tær henda geldseyðin í olmussu.”

Eftir hetta leyp húskallurin á dyrð og upp á hestin og at so ríða heim til Sumbiar. Fá sekund gingu og so leyp Tofta Regin á dyrð eftir sumbinginum og at renna eftir húskallinum á hestbaki.

Jakob Jakobsen skrivar soleiðis í Færøsk folkesagn og æventyr:

Birgur var hin gamli enn og fótfimur, tó at hann var væl við aldur, og slík var bræðin á honum, at hann leyp hestin aftur. Vestur um bygdina fóru teir, eftir Sandinum – tá var skamt ímillum teirra – og tá ið hesturin skuldi leypa um Ósagarð, sum tá var bøgarðurin í Vági, var Regin so nær, at hann treiv um halafaksið á honum. Hesturin leyp, men Regin setti báðar føtur í spenni ímóti garðinum og strongdi á so fast, at hann sleit faksið útúr og datt øvigur aftur við tí í hondini.

 

Palli í Tøðuni yrkir eisini um hendingina í nýggjárssanginum:

 

Á Sandinum fyrr, hvar ið fimleikur gekk,
rann Tofta Regin hin stinni,
um fingrar hann tá í húskallin fekk,
hann hevði hann rivið úr skinni,
við halafaks Regin stóð eftiri har,
tá bartrogið kreyp handan Ósagarð,
her á leið kynda unglingar bál,
minnast kappan, ið hest tók á mál.

 

Tað er júst hesa løtuna her á Sandinum fyri so mongum árum síðani, sum standmyndin av Tofta Regin, sum okur nú fara at avdúka, ímyndar.

Áðrenn okur fara at avdúka standmyndina av Tofta Regin vil eg nýta høvið at senda eina heilsu og eina hjartans tøkk til Gianfranco Nonne, sum tíverri ikki kundi verða her í dag, tí hann er upptikin í arbeiðsørindum í Italia.

Eisini eina tøkk til tekniska toymið hjá Vágs kommunu við Fróða Mortensen og Heri Silvurdal á odda, sum hava staðið fyri at gera økið klárt til standmyndina. Takk til Ketty Petersen og Marnu Bjarkhamar, sum hava staðið fyri morgunmatinum. Og takk til Hans Jacob Hjem, sum altíð er klárur við ljóðútgerðini.

Og nú fara eg og Eydis Kjærbo, varaborgarstjóri, at avdúka standmyndina av Tofta Regin.

 

Takk fyri

 

 



Deil á facebook