TT

Ein vælvitjað listaframsýning og kunning um keyptir málningar

18.10.2021

Leygardagin á Ljósfestini varð skipað fyri listaframsýning í hølunum hjá Suðuroyar Sparikassa. Listina høvdu lokal og fólk við tilknýti til Vág gjørt, og fevndi listin seg vítt og vísti ymiskleikan hjá listafólkunum.

Sera nógv fólk vitjaðu framsýningina og nógv tóku eisini av møguleikanum at keypa málningarnar. Hesir málningar verða útflýggjaðir í Miðlatún frá kl. 11.00 í dag, mánadagin 18. oktober. Keyparar fáa sms-boð sendandi við kontoupplýsingum hjá listafólkunum, og fyri at fáa málningarnar útflýggjaðar, krevst prógv fyri bankaflyting.


Deil á facebook