TT

Vágs Kommuna fingið málning frá 1935 eftir William Smith

15.10.2021

Nú Ljósfest er í Vági, minnast nógv aftur á teirra tilknýti til hesa tíðina, tá elektrisitet kom til Vágs. Millum tey eru Jórun og Osmund Justinussen, sum hava ein málining frá William Smith, sum júst lýsur hesa tíðina. Henda málning hava tey nú latið Vágs Kommunu til ognar, tí tey halda at hann eigur at verða í Vági.

Jórun og Osmund skriva soleiðis:

Á málninginum, sum er frá 1935, sæst at William hevur málað útiljós á lyktapelum, inniljós í húsum og øll ljósini sum speglast í sjónum, heilt vist nakað sum hevur hugtikið William. Man sær frá Turkihúsinum, út á fiskastykkið, har stakkar av fiski liggja - á ein hugtakandi hátt. Tí halda vit at hetta er eitt upplagt høvið, nú tit hátíðarhalda 100 ára dagin, at Vágs Kommuna fær málningin.

Jórun og Osmund siga, at søgan um málningin er hendan:

Míni (Jórun´sa) foreldur vóru Gunnar Gunnarsson, sonur Gunnar og Ingu Danielsen úr Søldarfirði,  sum fluttu til Vágs at búgva uml. 1915-16, og Herborg Olafsdóttir, dóttir Olaf og Sáru Joensen av Viðareiði. Mamma kom, vegna sjúka mammu, til Vágs sum smágenta, at búgva hjá fastir síni Juliu (ættað av Viðareiði) og Jørgen V. Danielsen úr Havn. Og tá mamman nakað eftir tað doyði  av sjúku, bleiv mamma verandi hja Juliu Fastir og Jørgen,  sum hon kallaði tey. 

Mamma og pabba giftust í Vági í  1939 og fluttu til Havnar, har Pabba fekk arbeiði.  Nakað aftaná tað, fluttu Jørgen og Julia eisini til Havnar, og  búðu har saman við mammu og pabba og okkum 5 systkinum, úti í Mattalág, restina av lívinum. Tá omma og abbi skuldu fara til Havnar, kom William Smith og gav teimum henda málningin, sum eitt minni úr Vági.  Av tí at nakað av tíð gekk, har málningurin lá samanrullaður, áðrenn hann varð innrammaður, er hann tíverri nakað “stokkin”!  Málningurin hevur nú hingið í okkara stovu í mong ár. 

Vágs kommuna er sera takksom fyri hesa stórfingnu gávu.

 

Málningurin kann sýggjast á listaframsýningini, sum er nú leygardagin kl 12.00, í Suðuroyar Sparikassa í Vági.


Deil á facebook