Miðlatún arbeiðir fyri at leiðbeina, menna og samskipa ferðavinnutilboð, møguleikar og vinnuna í Vági. Harumframt húsar Miðlatún Visit Suðuroy, Vágs Býarbókasavn og hølum, sum nýtast til mentanarligt og vinnuligt virksemi.
Summarhálvan (1. apríl - 1. septembur)
Mánadag - fríggjadag: 10:00 – 16:00
Leygardag: 10.00 - 14.00
Vetrarhálvan (1. septembur - 1. apríl)
Mánadag - fríggjadag: 10.00 - 16.00
Visit Suðuroy
Visit Suðuroy skrivstovan í Vági heldur til í Miðlatúni. Á skrivstovuni fært tú leiðbeining um ferðavinnumøguleikar í Suðuroynni. Visit Suðuroy fyriskipar gongtúrar og tiltøk, ið eru ætlað ferðavinnuni. Harafturat er uppgávan hjá Visit Suðuroy at menna og marknaðarføra ferðavinnuna í oynni.
Bústaður: Vágsvegur 57
Telefon: 23 93 90
Teldupostur: info@vagur.fo.
Tað ber eisini til at leita sær kunning á heimasiðuni, á facebook og á instagram.
Vágs Býarbókasavn
Býarbókasavnið heldur til í Miðlatúni. Á býarbókasavninum fáast føroyskar og útlendskar bókmentir. Bókasavnið samstarvar eisini við onnur bókasavn, sum harvið gevur atgongd til størri mongdir av bókmentum. Umframt útlán, so fyriskipar bókasavnið loypandi fyri tiltøkum. Lýst verður við hesum tiltøkum.
Vitja bókasavnið talgilt umvegis bókasavnsskipanina.