TT

Kommunulækni

Heilsumiðstøðin í Vági

Vágsvegur 77, 900 Vágur
Kunning
Koppsetingar kunngerð
https://logir.fo/Kunngerd/105-fra-28-09-2023-um-broyting-i-kunngerd-um-okeypis-koppseting-imoti-avisum-smittandi-sjukum https://logir.fo/Kunngerd/106-fra-28-09-2023-um-okeypis-koppseting-imoti-COVID19
Koppseting fyri beinkrím og Covid 19
Ring til teirri viðtaluna tú hoyrir til og bílegg tíð: Viðtala 1 - Dorrit B. Joensen Viðtala 2 - Davíð Guðnason

Kommunulækni

Kommunulæknaviðtalan heldur til í Heilsumiðstøðini í Vági. Í viðtaluni eru tvey kommunulæknastørv.

Kommunulæknaviðtala er eftir avtalu millum kl. 8.00 og 16.00.

Bílegging av tíð, endurnýggjan av reseptum o.a. kann gerast mánadag til fríggjadag millum kl. 08.00 – 11.00. Eisini ber til at gera tað talgilt her á síðuni.

Uttanfyri viðtalutíð og bráðtørvur

Er átrokandi tørvur á lækna uttanfyri vanliga viðtalutíð, so kann ringjast til vakthavandi kommunulækna á telefon 1870. Um bráðtørvur er á læknahjálp skal ringjast 112. 112 svarar alt samdøgrið og 112 er ætlað tá illgruni er at lívið er í vanda.

Aðrar tænastur

Sjúkrarøktarfrøðingur

Sjúkrarøktarfrøðingur arbeiðir hjá kommunulæknanum, og ber til at fáa viðtalu við sjúkrarøktafrøðingin.

Um tú hava eina kroniska sjúku, t.d. høgt blóðtrýst, sukursjúku, lungasjúku ert tú vælkomin at ganga til regluligt kontrol hjá sjúkrarøktarfrøðinginum.

Laboratoriið

Laboratoriið kemur til Heilsumiðstøðina í Vági týsdag millum kl. 9.00 og 11.00. Til ber at fáa tikið bílagdar blóðroyndir uttan avtalu frammanundan.

Viðgerðir

Barnakanning

Í Føroyum fylgja okur tilmælunum hjá danska heilsustýrinum um, at øll børn fyrstu 5 árini skulu hava tilboð um 7 fyribyrgjandi heilsukanningar. Barnið verður við nakrar av kanningunum eisini koppsett.

  • 5 vikur: Heilsukanning
  • 3 mánaðir: Koppseting
  • 5 mánaðir: Heilsukanning og koppseting
  • 1 ár: Heilsukanning og koppseting
  • 1 ár og 3 mánaðir: Koppseting
  • 2 ár: Heilsukanning
  • 3 ár: Heilsukanning
  • 4 ár: Heilsukanning og koppseting
  • 5 ár: Heilsukanning og koppseting

Kanningarnar verða gjørdar í samstarvi millum sjúkrarøktarfrøðing og kommunulækna.

Minnist til at hava koppsetingarkortið við.

Blóðroyndir

Laboratoriið er á Heilsumiðstøðini týsdag og tórsdag millum 09.00 og 11.00.

Kyknukanning

Øllum kvinnum, millum 25 og 60 ára aldur, stendur í boði ókeypis kanning fyri kyknubroytingar í lívmóðurhálsinum. Man fær eina innkalling, tá man fyllur 25 ár. Síðani verður kanningin endurtikin 3. hvørt ár.

Kommunulæknin ger eina heilt vanliga undirlívskanning og skravar so kyknur av lívmóðurhálsinum. Hetta sýni verður síðan sent til mikroskopiska kanning í Danmark.

Endamálið við hesi fyribyrgjandi kanning er at finna kyknubroytingar, áðrenn tær gerast til veruligan krabba.

Finna vit broytingar, skal hetta fylgjast neyvari hjá kommunulækna - um tær eru lættar - og hjá serlækna í kvinnusjúkum, um tær eru meira týðiligar.

Kanningin verður ikki so eftirfarandi, um tú ert við barn ella hevur átt síðstu tríggjar mánaðirnar. Somuleiðis er best at taka hana tvær tær fyrstu vikurnar eftir mánasjúku.

Koppseting fyri HPV

Nú er bert neyðugt við tveimum koppsetingum fyri HPV, um tú er undir 15 ár. Hettar er fyri at

fyribyrgja lívmóðurhálskrabba hjá gentum, og hjá dreingjum kann tað fyribyrgja kynsvortum.

Les meira her

Bláa bók

Bláa bók er ein heilsuváttan til sjófólk, og skal heilsuváttanin skrivast av einum góðkendum sjóvinnulækna.

Tá tú kemur at fáa bláu bók, fært tú handað eitt skjal, har tú skalt svara nøkrum spurningum. Læknin ger eina kanning, har hann millum annað kannar sjónstyrki við og uttan brillur, hoyrn, landið og blóðtrýst.

Bláa bók kostar 800,00 kr.

Minst til:

Brillur ella linsur og linsuvætu, landroynd og 800 kr. í reiðum peningi

Gjøld

Gjaldast kann bert kontant

  • Stutt læknaváttan, t.d. sjúkskriving: 200 kr.
  • Koppseting út um tað almenna tilboðið: 200 kr. fyri fyrstu innspræning, 100 kr. eftirfylgjandi
  • Koyrikortváttan: 400 kr.
  • Sjófartsváttan (Bláa bók): 800 kr.
  • Heilsuváttan til matvøruvirki: 320 kr.
  • AFS: 400 kr.
  • CISV: 300 kr.
  • ALS: 450 kr.
  • Trygdargrunnurin: 200 kr.
  • Vanlig viðtala, sum Heilsutrygd ikki rindar: minst 300 kr.
  • Annað: Eftir galdandi sáttmála ella meting

Starvsfólk

Dorrit Bech Joensen

Kommunulækni
Læknaviðtala 1

Davíð Guðnason

Kommunulækni
Læknaviðtala 2

Siri Eilersdóttir

Heilsurøktari og læknaskrivari í viðtalu 1

Margreth Augustinussen

Sjúkrarøktarfrøðingur við ískoytisútbúgvinging innan diabetes og sárrøkt

Rúna W. Hansen

Heilsurøktari og læknaskrivari í viðtalu 2