Kvøldskúlin
Kvøldskúlin í Vági bjóðar longri skeiðini í almennari frítíðarundirvísing ætla ungum frá 14 ár og vaksnum. Kvøldskúlin samstarvar við Miðlatún, FabLab og Ungdómshúsið, og hetta samstarv hevur við sær, at enn fleiri skeið og tiltøk verða á skrá um veturin í Vági. Kvøldskúlatilboðini eru skiftandi frá einum ári til annað, soleiðis at tað verður tilpassa tørvin hjá borgarunum og rákinum í samfelagnum.
Kvøldskúlaskráin 2022/2023 I Eftirgróður
Kvøldskúlaskráin, sum eitur Eftirgróður, inniheldur lýsingar av øllum skeiðunum, sum kvøldskúlin skipar fyri í heyst og í vetur. Í skránni er eisini útvald tiltøk, sum Miðlatún og FabLab skipað fyri. Somuleiðis eru ymiskar greinar at lesa – greinar sum hóska til eina kvøldskúlaskrá.
Temaðið í ár er felagsskapurin – tann felagsskapur sum sprettur, tá fólk við somu áhugamálum møtast til hugna og samveru á kvøldskúlanum. Fokus er eisini lagt á sálar heilsuna, ABC og hvussu luttøka í einum kvøldskúlaskeiði er gott fyri heilsuna hjá fólk. Og so er suðuroyska málførið gjøgnumgangandi í skránni í ár. Tað eru Vágs kvøldskúli og Miðlatún, sum hava staðið fyri arbeiðinum at menna kvøldskúlaskránna. Í fjør varð avgjørt, at kvøldskúlaskráin í Vági skuldi koma út í nýggjum hami. Í hesum sambandi fekk skráin navn – Eftirgróður, og dentur bleiv lagdur á, at gera skránna meiri rúgvismikla – bæði við greinum, lýsingum, skeiðsyvirlitið og skeiðslýsingum, og yvirlitið yvir útvald tiltøk, sum verða skipaði í Vági, um heysti og um veturin.
Navnið bleiv Eftirgróður, sum Niels Petur Nolsøe kom við. Um navnið segði Niels Petur;
"Kvøldskúlin er fyri fólk, sum hava nomið sær førleikar og ynskja at byggja uppá hesar. Tað er ein slags eftirgróður, sum fólk eru í holt við."
Sprotin sigur, at eftirgróður er; gras sum grør á bønum eftir at sligið er.
Kvøldskúlaskráin kann lesast talgilt her.
Leiðari er Tina Tausen
Telefon: 23 93 33 (mánadag kl. 09-12 og tórsdag kl. 14-19).
Teldupost: tina.tausen@skulin.fo
Ella umvegis facebook-vangan hjá kvøldskúlanum.
Tilmelding til kvøldskúlan
Kom við í felagsskapin. Í Vágs kvøldskúla ber til at dyrka handverkið ella nema nýggjar førleikar, og hetta hendir saman við øðrum við somu áhugamálum, sum tú.
Kontonummari fyri tilmelding er: 9870-404.548.4. Viðmerk navn og skeiðsnummar.
- Skeiðsnummar og skeiðsgjald finnast í kvøldskúlaskránni Eftirgróður.