Frítíðarvirksemi
Tað hevur stóran týdning fyri trivnaðin í kommununi, at borgarar hava atgongd til eitt fjøltáttað frítíðarvirksemi. Í Vági kunnu borgarar íðka ítrótt, røra seg, og hava lætta atgongd til ítróttartilboðini í kommununi. Í Vági finnast alskyns formar fyri rørslu- frítíðar- og ítróttartilboð; so sum fótbóltur, flogbóltur, hondbóltur, rógving, svimjing og renning.
Ítróttar- og frítíðarfeløg
Niðanfyri er eitt yvirlit yvir ítróttarfeløg í kommununi.

Fótbóltsfelagið FC Suðuroy er eitt samstarv millum VB og Sumba, og varð stovnað í 2010. Virksemið hjá felagnum fevnir um allar aldursbólkar, og hevur, umframt fótbólt til vaksin, eina ungdómasdeild. Felagið skipar eisini fyri ”Skúlafótbólti” sum er ein fótbóltskapping fyri allar fólka- og miðnámsskúlar í landinum. FC Suðuroy skipar eisini fyri Heilsufótbólti.
FC Suðuroy venur á Eiðinum og í Marghøllini í Vági. Les meiri um FC Suðuroy á heimasíðuni og á facebook.

VB hevur spælt hondbólt í Vági síðan fyrst í 1940 árinum, serliga er tað kvinnuhondbóltur sum ger seg galdandi. VB hevur hondbólt fyri bæði vaksin og børn.
Í august mánaði skipar VB fyri ”Faroe Islands Handball Cup”, sum vann heiðurin sum ”Ítróttarátakið 2020” og tey hava eisini Hondbóltsskúla á hvørjum árið. Guðrið Krosslá Augustinussen hjá VB vann eisini heiðurin sum ”Ársins ítróttarfyrimynd 2020”
VB venur í Vágs Høll. Les meiri á heimasíðuni hjá Vágs Bóltfelag og á facebook.

Felagið er stovnað í 1943 og lutekur í FM róðrum við fleiri bátsmanningum.
Virksemið hjá felagnum spennir yvir nærum allar bátastøddir í uttandura róðrum eins og felagið hevur barnaróður. Seinastu árini hevur felagið eisini gjørt seg galdandi innan fyri inniróður, har Dánja Martin Hofgaard hevur vunnið altjóða stevnur - seinast europameistaraheitið í 2020. Fyri tey yngru hevur Nóa Rúnason vunnið dupult Danmarksmeistaraheitið í 2020.
Felagið byrjaði í 2018 uppá eitt nýtt neyst á havnalagnum í Vági. Í 2021 bleiv tað alment tikið í nýtslu, so tað í dag er sera snotuligt og ein góður karmur um venjingar og tiltøk. Bátarnir hjá Vágs Kappróðrarfelag eru eyðkendir við hvíta og svarta litinum.

SuSvim er svimjifelag fyri Suðuroy og venja tey í Páls Høll í Vági og á Tvøroyri. SuSvim varð stovnað á sumri 2007, tá Vágs Svimjifelag og Tvøroyrar Svimjifelag løgdu saman. Felagið hevur svimjarar í øllum aldri og fyri bæði kyn. Ein av kendastu svimjarinum úr SuSvim er Pál Joensen, sum hevur vunnið eitt ótal av heiðursmerkjum. Pál Høll er eisini uppkallað eftir honum.
Øll kunnu svimja við felagnum, heilt frá teimum smæstu undir skúla aldur, ið spæla/læra at svimja, til eldri sum ynskja antin at røra seg ella gerast elitu svimjarar. Les meira um SuSvim á heimasíðuni.

Hvistan er eitt felag fyri frælsan ítrótt í Suðuroy – so sum renning, gongutúrar o.a. Felagið er fyri allar suðuroyingar; bæði stór og smá, og skipar Hvistan fyri tiltøkum kring oynna.
Hvistan skipar fyri árligu Flaggdagsrenningini, vetrarkapping, Kirvi - Føroya sunnasta ½ marathon, jóansøkurenning og heilsurenning.

Felagið venur og bjóðar almenninginum møguleika at royna bogaskjóting hvønn ónsdag millum kl. 16.00 og 22.00 í Marghøllini.
Vitja Facebook síðuna hjá felagnum her.

Skótaliðið Royndin er stovnað tann 11. august 1940, og er sostatt millum elstu skótalið í landinum.
Skótarnir eru limur í KFUM skótunum í Føroyum, sum eisini nevnast fyri “grønu skótar”, og sum eisini eiga Skótadepilin á Selatrað.
Hvørja viku eru nógv børn og ung í skóthúsinum í Vági, har tey taka royndir, læra sjálvbjargni, samanhald og annað skótakynstur.
Av og á fara tey á legur, og ofta koma skótar norðanfjørðs á vitjan. Á hesum legum eru kappingar á skránni.
Skótar arbeiða eftir patruljuskipan, har tað eru upp til 7 skótar í hvørjari patrulju. Skótarnir í hvørjari patrulju arbeiða saman til dagligt. Tey gera eina ætlan fyri dagin, og saman loysa tey ymisar uppgávur, gera mat, spæla ella taka royndir.
Øll eru vælkomin at royna seg sum skóti, og nýggir limir eru vælkomnir. Meira kunning fæst við at vitja facebook bólkin Skótaliðið Royndin.
Onnur ítróttar- og rørslu tilboð
Niðanfyri er eitt yvirlit onnur ítróttar- og rørslu tilboð í kommununi.

Disc golf verður spælt eins og traditionelt golf. Í disc golf verða diskar kastaðir eftir kurvum frá ymiskum frástøðum. Disc golf vøllurin hevur ein start og eina kurv, og á vøllinum kunnu verða ymiskar forðingar. Endamálið er at raka kurvurnar við fægst køstum og reglurnar eru tær somu, sum í traditionellum golf. Tó er endamálið, at hava tað stuttligt og røra seg. Til ber at spæla disc golf saman við øðrum ella sum einstaklingur.
Øll kunna spæla
Tað sum er serligt við disc golf, í mun til aðrar ítróttargreinar, er, at øll kunna spæla - óansæð aldur, kyn, likamligan styrk. Tað einasta sum krevst er teknikkur - førleika at kasta ein disk - og tað kunna øll læra.
Fyri at gera tað lættari hjá øllum at spæla disc golf í Vági, so ber til at læna diskar ókeypis frá Magnus Paula West. Eitt depositum á 300 kr. verður tó kravt, tá diskar verða leigaðir og hetta verður latið aftur, tá diskarnir verða avleveraðir.
Til ber at lesa meira um disc golf og hvussu ein lænir diskar á heimasíðuni rams.fo. Kunning um Disc Golf Vágur og hvussu disc golf økið sær út sæst á rams.fo/discgolfvagur.