FabLab
FabLab – FABrication LABoratory – er ein skapandi, hátøkniligur prototýpuverkstaður, har tú kanst evna hugskot og verkætlanir til veruleikan.
Ynskið við FabLab Vágur er at geva almenninginum atgongd til talgilda framleiðslutøkni. Tað, sum fyrr einans var møguligt hjá teimum professionellu - eitt nú 3D printari, lasaraskerari og CNC-maskinur - kann ein og hvør nú brúka í FabLab. Okur arbeiða virkin við nýskapan í gjøgnum prototýpur og hugskotskapan. Umframt hetta, so skipa okur eisini fyri verkstovum og smærri undirvísingarskeiðum, har dentur verður lagdur á skapan og prototýpur.
FabLab gevur bæði privatum, stovnum og fyritøkum ókeypis atgongd til hátøkni. Tilfarið, sum nýtt verður í FabLab, kostar, og tú gevur aftur við at læra onnur at brúka tøknina og at bjóða teimum í FabLab.
Tankin við FabLab er;
- at almenningurin kann brúka tøknina og fáa hjálp til ávísar verkætlanir.
- at vinnuligt virksemi og prototýpur kunnu kunnu fáa upphavsrætt, men at onnur kunnu fáa gagn av og geva lærdóm aftur til netverkið.
Teldupostur: fablab@vagur.fo.
Meira kunning fæst við at vitja heimasíðuna hjá FabLab her.