Ungdómshúsið
Ungdómshúsið er kommunala tilboðið til børn og ung, har tey sleppa at hugna sær saman við øðrum ungdómum. Í Ungdómshúsinum ber til at spæla spøl, evna ymskt handaligt, og eisini bara at hugna sær og slappa av saman við øðrum børnum. Í Ungdómshúsinum ber eisini til at fáast við ymsar spennandi verkætlanir.
Ungdómshúsið hjá Vágs Kommunu verður nevnt Ungdómsbankjon - stytt UDB - og heldur til í hølum mitt í bygdini.
Líka vika
Týsdag, ónsdag og fríggjadag frá kl. 16.00 til kl. 22.00.
Kl. 16.00 til kl. 19.00 er tað 3.-6. flokkur. Kl. 19.00 til kl. 22.00 er tað 7. flokkur til 18 ár.
Ólíka vika
Týsdag og ónsdag frá kl. 16.00 til kl. 22.00.
Frá kl. 16.00 til kl. 19.00 er tað 3. til 6. flokk. Kl. 19.00 til 22.00 er tað 7. flokkur til 18. ár.
Ungdómshúsið hevur eisini opið tvey leygarkvøld um mánaðin millum kl. 19.00-01.00. Hesi kvøld verður lýst við á facebook-síðuni. Eisini verður skipa fyri ymiskum tiltøkum, sum kunnu hava broytingar við sær. Tá verður lýst hvussu Ungdómshúsið er opið.