TT

Umsókn um hýruvognsloyvi

Les okkara privatlívspolitikk her

Kunngerð um eina standard hýruvognsreglugerð, sum seinast broytt við kunngerð nr. 139 frá 7. desember 1990

Við heimild í løgtingslóg nr. 104 frá 19. oktober 1982 um hýruvognskoyring hevur landsstýrið gjørt fylgjandi standard hýruvognsreglugerð, sum eftir ynski frá eini ella fleiri kommunum kann setast í gildi har við ella uttan broytingar:

Hýruvognsloyvir.

§ 1. Til at reka vinnuligan fólkaflutning við motorakfari góðkent og innrættað til flutning av í mesta lagi 9 persónum, førarin viðroknaður, krevst loyvi. Hetta er tó ikki galdandi, um akfarið einans verður nýtt til sjúkraflutning ella rutukoyring, smbr. løgtingslóg um fólka- og farmaflutning.

§ 2. Loyvir eftir § 1 verða givin av bygda(r)-/býráðnum aftaná at loyvi hevur verið lýst leyst og umsóknirnar hava verið til ummælis hjá vinnufelag ella vinnurekandi. Hýruvognsloyvi skal gevast honum, sum bygda(r)-/býráðið metir er best skikkaður, og sum hevur førarabræv til fólkaflutning móti gjaldi. Loyvið er galdandi fyri koyring í og út frá kommununi.
   2. stk. Har tað letur seg gera, skal loyvi treytast av, at tað verður nýtt til fulltíðarvinnu.
   3. stk. Bygda(r)-/býráðið ásetir talið av loyvum í kommununi eftir

  1.   talinum av longu fyriliggjandi vinnuloyvum og nýtsluni av hesum,
  2.   tørvinum á eini rímiligari tænastu hjá íbúgvarum í kommununi.
  3. møguleikanum fyri rímiligari inntøku hjá teimum vinnurekandi.

   4. stk. Loyvini verða givin fyri 5 ár í senn og kunnu endurnýggjast um loyvishavarin ikki grovt ella oftani hevur brotið sínar skyldur eftir reglugerðini ella treytunum í loyvinum.

§ 3. Loyvi kann bert gevast einstaklingum. Ein persónur kann bert fáa eitt loyvi umfatandi ein hýruvogn. Einstaklingur kann tó fáa fleiri loyvir, um so er, at tørvur er á fleiri hýruvognum, uttan at aðrir umsøkjarar eru.
   2. stk. Loyvið er persónligt og kann hvørki heilt ella lutvíst handast øðrum við sølu, láni, leigu, pantseting, fíggjartøku, arvi ella á annan hátt. Við deyða loyvishavarans kann tó loyvast, at hjúnafelagið hansara brúkar loyvið í eina nærri ásetta tíð. Loyvt er at hava avloysara at koyra vognin.

§ 4. Eitt hýruvognsloyvi kann takast aftur, um tað í meira enn 3 mánaðir ikki hevur verið í nýtslu.
   2. stk. Eftir umsókn kann loyvishavarin sleppa undan at nýta eitt loyvi í nærri ásetta tíð. Loyvið skal tá latast inn til bygda(r)-/býráðið.

Innrætting v.m.

§ 5. Einki motorakfar má nýtast til hýruvognskoyring, fyrr enn tað er góðkent av bileftirlitinum til tílíka nýtslu.

§ 6. Loyvi til hýruvognskoyring kann bert gevast til koyring við akfari, sum er innrættað til í minsta lagi 4 persónar, førarin viðroknaður, og hevur minst 4 hurðar. Eingin hýruvognur má nýtast til fleiri persónar, enn hann er góðkendur til.

§ 7. Hýruvognurin skal á fremru helvt á tekjuni hava lykt, sum skal lýsa, tá vognurin er leysur at leiga. Taklyktin má ikki lýsa aftureftir. Lyktin skal vísa grønt ljós uttan at blinda og skal hava áskriftina “Hýruvognur“, “Taxi“, ella støðarnavn og ljósflatan skal vera millum 75 og 260 cm2.
   2. stk. Innanfyri forrútin skal vera eitt týðuligt frámerki, tá vognurin er leysur at hýra. Skeltið skal kunna vísa grønt ljós frameftir í lyktatendringartíðini.

§ 8. Í hýruvogninum skal eisini á sjónligum staði vera skelti, sum sigur frá navni og bústaði loyvishavarans, skrásetingarnummari akfarsins, at akfarið er góðkent til vinnuligan fólkaflutning, tal á ferðandi og møguligt navn á hýruvognsstøð. Kortið fæst frá bygda(r)-/býráðnum.

§ 9. Á sjónligum staði uttan á hýruvogninum skal standa navn á loyvishavara ella bilstøð og telefonnummar við bókstavum ella tølum, ið eru millum 35 og 60 mm høg, og sum skilliga víkja í liti frá litinum á akfarinum.

§ 10. Annars galda fyri hýruvognar eftir hesi reglugerð vanligu reglurnar um tilgerð og útgerð av akførum.

Gjald fyri koyring.

§ 11. Eintak av galdandi hýruvognstakstum skal vera í hýruvogninum og eftir áheitan verða víst teimum ferðandi. Boð um hetta skal vera sligið upp í vogninum soleiðis, at tann ferðandi lættliga sær hetta.

§ 12. Ikki má verða avtalað ella kravt hægri gjald enn góðkent av prísráðnum.

Nýtsla av loyvinum.

§ 13. Førarin á einum hýruvogni, sum er leysur, skal beinan vegin koma áheitan um hýrukoyring á møti frá einum og hvørjum plássi í kommununi, um so er at veg- og veðurviðurskiftini loyva hesum. Er persónur ikki skikkaður at taka við, hevur førarin onga skyldu at koma áheitan um koyring á møti.
   2. stk. Koyringin skal fara fram uttan steðg og eftir tí skjótasta vegi til tað plássið, tann ferðandi ynskir at koma. Um tann ferðandi ynskir at koyra annan veg, skal hesin vegurin undir vanligum umstøðum fylgjast. So leingi túrurin varar, skal bilførarin taka onnur ferðandi ella viðføri uppí og seta onnur av, um tey ferðandi biðja um tað.

§ 14. Bygda(r)-/býráðið kann áseta nærri treytir í loyvinum um nýtslu av hýruvogninum, limaskap í hýruvognsstøð, eins og tað kann áseta reglur fyri tílíkar støðir.

Revsing, kæra v.m.

§ 15. Loyvið kann takast aftur, um loyvishavarin grovt ella oftani hevur brotið sínar skyldur eftir reglugerðini ella treytunum í loyvinum.
   2. stk. Avgerðir hjá bygda(r)-/býráðnum eftir hesi reglugerð kunnu kærast til Føroya landsstýri innan 14 dagar aftaná at ein hevur fingið boð um avgerðina.
   3. stk. Brot á reglurnar í góðkendari hýruvognsreglugerð ella treytirnar í loyvi til hýruvognskoyring koma undir bót.

Fremjingar- og fyribilsreglur.

§ 16. Motorakfar, sum skrásett er til hýruvognskoyring, áðrenn ein hýruvognsreglugerð verður sett í gildi, skal innan 6 mánaðir lúka ásetingarnar í §§ 5-13 í reglugerðini. Bygda(r)-/býráðið kann í serstøkum førum leingja um freistina.
   2. stk. (Strikað).