TT

Barnaverkætlanardagur hildin á Eiðinum í Vági

05.06.2026

Ónsdagin 3. mai 2026 var sonevndi barnaverkætlanardagurin hildin í Vági, har umboð úr øllum landinum fyri skúlar, stovnar, ráð, feløg, dagstovnaøkið og onnur, ið er viðkomandi ella áhugavert fyri, savnaðust til ein dag, har royndirnar farna árið við netverksamskipara í Vági á barnaøkinum vóru á breddanum, samanvið komandi barnalóg og framtíðarætlanum.

Tað eru eitt ár og tríggir mánaðir síðani, at barnaverkætlanin við einum netverksamskipara byrjaði sum ein royndarætlan í Vágs kommunu. Hetta var 1. mars 2025, og var hetta samstarv millum Vágs kommunu og Barna- og útbúgvingarmálaráðið.

Byrjað varð við einum stuttfilmi, ið lýsir Vág, og møguleikar og tilboð, ið Vágur hevur at bjóða.

Stór luttøka

Magnus Pauli West, trivnaðarleiðari í Vágs kommunu, bjóðaði øllum luttakarum vælkomnum, og upplýsti, at 86 luttakarar teknaðu seg til dagin. Hann greiddi síðani frá skránni fyri dagin.

Borgarstjórin í Vági, Bjarni Johansen, beyð eisini luttakarunum vælkomnum til Vágs. Hann greiddi frá barnaverkætlanini, har Vágur er royndarkommuna.

Okur vilja í Vági gera alt fyri, at børn hava góðar møguleikar í uppvøkstrinum í Vági, segði borgarstjórin, ið eisini takkaði øllum, ið møttu til tiltakið.

Hava drivi

Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður, var burturstaddur, men sendi videoheilsan. Hann rósti teimum, ið hava havt við barnaverkætlanina at gera, fyri at hava dirvi at bróta upp úr nýggjum. Hann metti, at netverkssamskiparin er ein leiklutur, ið hevur, og fer at fáa, sera stóran týdning.

Visión er, at Føroyar skal vera heimsins besta land hjá børnum at vaksa upp í, segði landsstýrismaðurin, ið segði seg arbeiða fyri, at barnalógin verður samtykt á løgtingi.

Byrjanin

Magnus Pauli West, trivnaðarleiðari í Vágs kommunu, greiddi síðani frá, hvussu hetta við barnaverkætlanini byrjaði við Vágs kommunu sum royndarkommunu.

Eftir prát um, at børn í Føroyum stríðast við ymiskt, tó at tað annars gongur væl í Føroyum, so varð hugt til Íslands, hvussu tey gjørdu har. Síðani varð samband við føroyskar mundugleikar, og har nevndu tey barnaverkætlanina. Soleiðis kom samstarv í lag, har Vágur í eini 3 ára verkætlan gjørdist royndarkommuna, og netverkssamskipari varð settur í starv.

Um bygnaðin segði Magnus Pauli West, at hugsanin ikki var, at hetta skuldi gerast ein liður afturat í eini skipan, ið frammanundan er tyngd, men heldur skal hetta loysa upp.

Vita meira um hvussu smolt trívast, enn hvussu børn trívast

Síðani vóru tvey longri innsløg á skránni, har høvuðsrøðarar fingu orðið.

Tann fyrra var Synnøve av Rana, verkætlanarleiðari í Barnaverkætlanini.

Hon greiddi millum annað frá samstarvinum millum partarnar í Barnaverkætlanini, og segði, at leikluturin hjá myndugleikunum í stóran mun er "faciliterandi”.

Alt byrjaði við einum semjuskjali, og at alt barnaøkið varð lagt undir eitt og sama aðalráð. Í 2023 varð byrjað við ymsum arbeiðsbólkum, og hugt var eftir, hvussu londini kring okkum bera seg, at og íblástur fekst úr Íslandi, Skotlandi, Svøríki og Danmark.

Vit vita meira um, hvussu smolt trívast, enn hvussu okkara børn trívast, segði Synnøve av Rana.

Hon vísti á, at við barnaverkætlanini hava okur eitt greitt ábyrgdarbýti, og at so við og við kom hugsanin um ein netverkssamskipara. Uppskot um barnalóg er skrivað, men so kom løgtingsval, og hetta datt burtur, men hetta kemur aftur í ljósmála skjótt.

Hon vísti á, at við royndarverkætlanini í Vági sæst, hvussu skipanin við netverksamskipara virkar í praksis.

Vit síggja hetta ikki sum eina lóggávu, men sum eitt amboð til broyting, segði Synnøve av Royna millum annað.

Samskiparin fekk orðið

Sunrid Hansyardóttir Olsen er sett sum netverkssamskipari í Vági, og hevur virkað í eitt ár.

Hon greiddi frá, hvussu hon hevur arbeitt sum samskipari. Hon legði fyri við at siga eina søgu um ein drong. Hetta var íspunninsøga, sum tó vísti á, at ofta kom hjálpin ikki, fyrr enn tað var ovseint, og endamálið við netverkssamskiparanum er, at øll hava rætt til hjálp, og arbeitt verður fyribyrgjandi og við at veita hjálp, innan trupulleikarnir vaksa seg stórar.

Arbeitt verður soleiðis, at ein reyður tráður er í øllum, so til dømis barnagarður og skúli ikki eru tvey ymisk støð, ið ikki vita av hvør øðrum. Tvørfakligt samstarv er neyðugt, og frá at bíða, verður arbeit fyribyrgjandi, og frá ikki at vita hvat hvør ger, verður farið til eina felags ætlan.

Leikluturin sum netverksamskipari er nýggjur, so ongin er at spyrja. Men ein uppgáva er heilt víst at samskipa og skunda undir, og vera tann, ið heldur í tráðirnir.

Sunrid H. Olsen kom eisini inn á treytirnar í útjaðaranum.

Okur kalla ofta ymiskt fyri landsdekkandi tilboð. Men tað er tað hóast alt ikki ordiliga! Í útjaðaranum fer ein ikki bara í bussin ella umborð á Smyril. Og til dømis eftir eina vitjan hjá sálfrøðingi í Havn, hvat ger ein so restina av degnum? Hugurin er kanska ikki til at shoppa!, segði Sunrid H. Olsen, ið vísti á, at serfrøðin ikki altíð er løtt at koma til hjá fólki í útjaðaranum.

Effektivisering og broytingar merkjast longu nú, vísti Sunrid H. Olsen á. Hon vísti eisini á ymiskar útsagnir frá lærarum, og øðrum, ið vístu á, hvussu munadygg skipanin við netverksamskipara hevur verið, og hvussu nógv tað hevur lætt um í gernadisdegnum.

Felags ábrygd

Forkvinnan í sosialu- og heilsunevndini í Vágs kommunu, ið ikki fekk luttikið í tiltakinum, sendi videoheilsan.

Rakul í Lágabø nevndi millum annað, at øll arbeiða útfrá felagsábyrgd av, at børnini hava tað gott.

Barnaverkætlanin er ein langtíðaríløga, segði Rakul í Lágabø.

Gerandisdagurin er broyttur

Síðani fekk John Henrik Holm, skúlastjóri í Vágs skúla, orðið.

Hann vísti á, at síðani Sunrid H. Olsen byrjaði í samskipararstarvinum, hevur hetta broytt gerandisdagin í skúlanum grundleggjandi.

Men hví er tað so, og hví skulu okur hava ein samskipara?, spurdi skúlastjórin.

Hann staðfesti, at børn stríðast við ymiskt.

Men okir kenna, at okur gera nakað við tað, segði John Henrik Holm.

Hann nevndi, at ein av orsøkunum til at ein samskipari er kærkomin er t.d., at ofta er serfrøðin ikki í Suðuroynni. T.d. er sálarfrøðingur ikki í oynni í løtuni.

So okkurt má gerast, og her er samskiparin sera kærkomin hjálp, segði John Henrik Holm.

Okur síggja barnið og okur finna loysnir. Og tað er ikki uppgávan at uppfinna nýggja skipan, segði skúlastjórin í Vági.

Hann staðfesti eisini, at nógv dømi eru um langa viðgerðartíð, tá gjørt hevur verið vart við trupulleikar.

Men í dag er tað so, at fólk savnast, ið eru kring barnið. Samskiparin tekur samband við foreldur og onnur. Fyrr var tað flokslærari ella kanska skúlastjórin. Kanska situr onkur við borðið, ið vísur seg ikki at hava nakað við ávísa trupulleikan at gera, men tað at øll samstarva ger, at ein kvalifiserað avgerð verður tikin. Samskipan ger, at barnið fær kvalifiseraða hjálp. Samskiparin heldur øllum til, so øll gera sína uppgávu, segði John Henrik Holm.

Hann vísiti á, at bæði lærarar og foreldur kenna, at hjálp er tilstaðar og at hon riggar.

Og vit hava nú ein, sum fylgir málinum tætt, vísti skúlastjórin á.

 

Síðani fingu luttakarar á barnaverkætlanardegnum høvi at seta seg saman og práta um tað, ið dagurin hevði havt at bjóða. Síðani var høvi at seta teimum spurningar, ið høvdu havt orðið, og Magnus Pauli West tók samanum.

At enda varð bræv lisi upp. Dania Johansen, lærari, hevði týtt úr enskum, og las upp. Eitt bræv frá pápa til son. Ein 100 ára gamal tekstur, ið tó kann tykjast tíðarleysur.

Skrivað hevur: Dagfinn Olsen

Myndafólk: Bjartur Vest



Deil á facebook