Landstýriskvinnan á vitjan – tosað um útbygging av Heilsumiðstøðini og eldraøki
Landstýriskvinnan í heilsu- og orkumálum, Eyðdis Hartmann Niclasen, vitjaði fyrr í vikun í Vági. Landsstýriskvinnan hevði fund við borgarstjórarnar í sunnaru hálvu og tosað varð m.a. um framtíðarætlanirnar fyri Heilsumiðstøðina í Vági, sum Hovs, Porkeris, Vágs og Sumbiar kommunur eiga í felag.
Fyri eigarakommunurnar hevur tað stóran týdning, at Heilsumiðstøðin verður dagførd og útbygd, soleiðis at enn fleiri heilsutænastur kunnu veitast tætt at borgarunum. Ætlanin hjá eigarakommununum samsvarar væl við ætlanirnar hjá Heilsumálaráðnum - um at styrkja heilsutænasturnar kring landið og gera tær meira atkomuligar hjá fólki.
Heilsumiðstøðin, sum varð bygd í 1980, hevur í dag stóran týdning fyri suðuroyingar, og nógv fólk gera dagliga brúk av teimum tænastum, sum verða veittar í miðstøðini. Á fundinum greiddi borgarstjórin í Vágs kommunu frá ætlanini at útbyggjað og vísti landstýriskvinnuni tekningar av verkætlanini. Samstundis varð greitt frá, hvussu arbeiðið ætlandi verður skipað, og hvørjir nýggir møguleikar kunnu skapast innan læknaøki 5, tá útbyggingin er framd.
Á fundinum varð eisini tosað um eldraøkið í Suðuroynni og tær avbjóðingar, sum kommunurnar síggja til komandi árini. Borgarstjórarnir vístu á, at størsta avbjóðingin á eldraøkinum er fíggingin, sum leggur stórt trýst á kommunurnar í Suðuroynni. Landsstýrið arbeiðir í løtuni við at fáa fíggingarleistin endurskoðaðan, soleiðis at hann í størri mun tekur hædd fyri veruligu útreiðslunum og tørvinum á økinum. Eisini varð víst á, at ein varandi loysn má finnast fyri fíggingini av demensøkinum, sum er eitt vaksandi øki við stórum tørvi á bæði tænastum og fakligum førleikum.
Borgarstjórarnir greiddu landsstýriskvinnuni frá umvælingunum, sum í løtuni fara fram á ellisheiminum Hamragarður í Vági. Hamragarður er eisini í felagsogn hjá Hovs, Porkeris, Vágs og Sumbiar kommunum. Arbeiðið at umvæla gongur eftir ætlan og verður væntandi liðugt í oktober ella november í ár.
Landstýriskvinnan fekk høvi at hoyra nærri um ætlanirnar hjá kommununum bæði á heilsu- og eldraøkinum. Og hon takkaði fyri góða móttøku og fyri kunningina um framtíðarætlanirnar við Heilsumiðstøðini og avbjóðingarnar á eldraøkinum.