TT

Fernisering í frítíðarskúlanum

30.05.2026

Í gjár hevði frítíðarskúlin fernisering, har børnini vístu fram nógv av tí, sum tey hava arbeitt við seinastu mánaðirnar.

Evnið fyri ferniseringina í ár var Árstíðurnar – ein ferð gjøgnum árið. Saman við starvsfólkunum hava børnini savnað tilfar úr náttúruni, verið á túrum kring bygdina og arbeitt skapandi við at mála, klippa, líma og seta saman ymisk verk.

Ferniseringin tók støði í árshjólinum hjá frítíðarskúlanum, og verkini vóru bolkaði í tema sum jól, føstulávint, páskir, flaggdag, summar, náttúru og fjørð, yndisstað, sjálvsmyndir og vitjanir á Ruth Smith Savninum.

Arbeiðið við ferniseringini hevur givið børnunum møguleika at menna sínar skapandi førleikar, samstundis sum tey hava lært um føroyska mentan, siðvenjur og náttúru.

Foreldur, systkin og onnur avvarðandi vóru boðin inn at síggja framsýningina og til ein drekkamunn. Ferniseringin var sera væl vitjað, og børnini vóru stolt at vísa fram alt tað, tey hava arbeitt við.

Alt í alt var talan um ein sera væl eydnaðan dag í frítíðarskúlanum.

Myndasavn er niðanfyri. 



Deil á facebook