Starlight koma aftur til Ljósfestina 2026
Tá Ljósfest verður í Vági vikuskiftið 14.–16. august 2026, fer vælumtókti bólkurin Starlight aftur á pallin. Teir spæla leygarkvøldið 15. august.
Starlight bergtóku fjøldina á Ljósfestini bæði í 2023 og 2024, og gleða fyrireikararnir seg tí nógv at bjóða teimum aftur til Vágs.
Tað kundi ljóðað, sum hevði bólkurin spælt saman uttan steðg síðani í sjeyti- og áttatiárunum. Men hóast limirnir hava verið virknir hvør sær innan tónleik í nógv ár, hava teir bert savnast aftur til serlig høvi seinnu árini – millum annað til framførslurnar á Ljósfestini.
Starlight varð stovnað í 1979 og gjørdist skjótt ein av teimum mest væl umtóktu dansibólkunum í Føroyum. Teir spældu rock- og popptónleik kring alt landið og vóru sera væl dámdir í dansihølunum. Í 1981 vunnu teir heitið sum ársins tónleikabólkur.
Seinasta árið hevur Starlight givið fleiri nýggj løg út. Fyrst komu “Knáir gamlir menn” og “Rótasúpan”, og fyrrnevnda lagið var millum topp 10, tá Ársins Útvarpshitt 2025 varð valt í sambandi við Faroese Music Awards 2026, har lagið fekk eitt flott 7. pláss.
Í 2026 hava teir eisini givið út løgini “Dreymaland”, sum kom út 28. mars, og “Vilt tú vita”, sum kom út 1. mai. Tað er Niclas Johannesen, ið hevur framleitt, meðan Óli Poulsen hevur staðið fyri ljóðblandingini.
Harumframt eru fleiri útgávur á veg. Sangurin “Smíl og Tár” kemur út seinni í vikuni, og til Jóansøku kemur “Skuggar við Krossveg”, ið eisini verður heitið á nýggju EP’ini hjá bólkinum. Á EP’ini verða seks nýggj løg savnað.
Manningin í Starlight er:
Kári Lisberg, Sámal Samuelsen, Fimmboði Lisberg, Jákup Hansen, Jóhan Martin Jacobsen
Fleiri nøvn verða kunngjørd seinni.